Spurningar og Svar

Spurningar og Svar

Ein samandráttur av svarum til spurningarnar um Bahá'í Trúnna. Bókin er serliga ætlað føroyskum ungfólki. Edvard T. Jónsson hevur skrivað.

Formæli

Bahá'í Trúgvin er ein heims religión, hvørs høvuðs setningur er eind mannaættarinnar. Eingin presta stætt finnst í Trúnni, sum í sínum víðfevnandi og alheimsligu lærum m. a. leggur dent á óhefta og sjálvstøðuga granskan eftir sannleika fyri tann einstaka, samstundis sum andligir og samfelagsligir mynduleikar eru sera væl skipaðir.

Religiónin, við sínum heims miðdepli á Karmel Fjalli í Haifa, Ísrael, hevur í dag fleiri milliónir fylgjarar og er umboðað í øllum heimsins londum.

Tað er við gleðið, at vit lata útgeva "Spurningar og Svar um Bahá'í Trúnna". Hóast ein bóklingur sum hesin ikki kann umboða eina almenna, endaliga útsøgn um Bahá'í Trúarinnar støðu, so er hann eitt dømi um, hvussu ein bahá'íi búsitandi í Føroyum sær upp á spurningar, ið fólk her um leiðir vísa áhuga fyri.

Inngangur

Hesin bóklingur er ein stuttur samandráttur av svarum til teir vanligastu spurningarnar um Bahá'í trúnna, sum føroyingar, serliga ungfólk, hava sett mær á kunnandi fundum í skúlum og aðrastaðni hesi seinastu 10 árini. Nógv eru, sum vilja vita, hvat Bahá'í trúgvin í høvuðsheitum snýr seg um; hesin bóklingur er skrivaður við teimum í huga. Roynt verður at geva eina grieða og lættfatiliga mynd av Bahá'í trúnni og støðu hennara til ymiskar trúaligar og samfelagsligar spurningar.

Bahá'í trúgvin kom til Føroya í 1953 við Eskil Ljungberg, svenskum manni, ið var her í 33 ár og doyði í 1985, 98 ára gamal. Myndin á permuni er av einum veggjateppi, ið Eskil gjørdi sjálvur og nevndi "Lívstræði". Træði umboðar høvuðsevni í Bahá'í trúnni: at øll menniskju eru sum leyv á sama træi og dropar í sama havi.

Fá samband / Contact us

Bahá’í samfelagið í Føroyum / The Bahá’i Community of the Faroe Islands

Heim  | Um Bahá'í  |  Bókmentir  |  Tiltøk  |  Tíðindi   |  English

© Copyright 2024
Bahá’í samfelagið í Føroyum