Mobirise

Jørðin er bert eitt land og mannaættin íbúgvar hennara. - Bahá'u'lláh

Og Sólin Rísur

William Sears
Nicolina Dahl týddi úr enskum

FORORÐ


Hetta er tann fyrsta av trimum bókum, sum siga søguna um høvuðspersónarnar innan Baha'i-trúnna.

Hendan bókin - Og Sólin rísur - sigur frá hvussu Baha'i-trúgvin kom í, og søgu hennara fram til pínslarváttadeyðan hjá tí stóra Sendiboðnum, Bábinum.

Edward Granville Browne, professari á Pembroke College á Lærda háskúlanum í Cambridge, skrivaði um hesa søguligu tíð og segði: "Eg leggi stóran dent á, at fáa so nágreiniliga frágreiðing sumgjørligt, av øllum, sum hevur við trúnna á Bábin at gera, tí í mínum eygum er hendan søgan ein av teim áhugaverdastu og týdningarmestu hendingum, sum farnar eru fram síðan kristindómurin tók seg upp ... og eg kenni tað sum mína skyldu, somuleiðis sum tað er ein stuttleiki, at royna, so væl eg eri førur fyri tí, at siga landsmonnum mínum frá hesum ... tí hugsið tykkum, um onkur kundi sagt okkum frá barndómi og ungdómi og framkomu Kristusar t.d., hvussu glað høvdu vit ikki verið at fingið tað at vita. Nú er tað ógjørligt at fáa nógv at vita ... men tá umræður Bábin, so er tað gjørligt ... So latum okkum hava uppiborið tøkkina frá eftirkomarum okkara og fyrireika okkum til tann dagin longu nú." - E.G. Browne: Fororð til 'The Chosen Highway' eftir Lady Bloomfield

FORMÆLI

Hetta er ein roynd at kunna heimin um lívssøguna hjá Bábinum. Fyri tann, sum fegin vil grandska, er hendan sama søgan skrivað á ævigum máli í Nabíls Narrative: "The Dawnbreakers" og í "God Passes By" sum er skrivað av Shoghi Effendi Rabbani, Verja Baha'i-trúarinnar.
"Og sólin rísur" sigur ikki fullfíggjað frá hesum søguliga sorgarleiki, heldur ikki er hetta orðarætt endurgeving av teimum spennandi søgum, sum vórðu sagdar hesar minnisríku dagar. Hon er bara ein einfaldað útgáva av søguni, sum nógv ov leingi er vorðin forsømd og gloymd av mannaættini í tráan hennaraeftir sinnisgleði og sálarfriði.
          William Sears
          Wilgespruit, Transvaal, Suðurafrika
          September 1957. 

INNGANGUR

Ein lítil dusthvirla fór spakuliga oman eftir tí oydnu gøtuni. Hon hurlaði eitt lítið pappírspetti móti eini sovandi kettu, og ræddi hana út úr úthurðini á húsunum. So var alt púra stilt.
Knappliga kom eitt lítið barn rennandi um hornið og skundaði sær oman eftir tí tómu gøtuni. Beru føturnar fingu smá dustskýggj at reisa seg frá turru jørðini.
"Hann kemur!" rópti hann. "Teir koma við honum hendan vegin!" ....

Fá samband / Contact us

Bahá’í samfelagið í Føroyum /
The Bahá’i Community of the Faroe Islands

SHARE THIS PAGE!