O Guð, Leið Meg!

O Guð, Leið Meg!

Eitt úrval av barna bønum, sum Bahá'u'lláh, Báburin og Abdu'l-Bahá hava givið okkum.

Kári Sverrisson og Tóta Árnadóttir hava týtt.

Guddómlig vegleiðing
Guddómlig vegleiðing

O Guð,
leið meg, verj meg,
upplýs hjartalampu mína
og ger meg
til eina strálandi stjørnu.
Tú ert tann magnandi
og máttugi.

'Abdu'l-Bahá

Andaligur lærdómur
Andaligur lærdómur

O, Harri mín! O, Harri mín!
Eg eri eitt barn í viðkvomum árum. Gev mær føðslu úr bróstinum hjá náði Tínari, uppal meg í føvninginum á Tínum kærleika, gev mær lærdóm í skúlanum hjá Tíni vegleiðing og lat meg mennast í skugganum av Tínum gávumildi! Bjarga mær úr myrkrinum, ger meg til eitt glógvandi ljós; fría meg frá sorg, ger meg til eina blómu í rósugarðinum; lat meg í tolni tæna við Tína gátt og veit mær sinnalagið og lyndið hjá teimum rættvísu; lat meg verða atvold til gávumildi í verøldini hjá menniskjum og krýn høvur mítt við høvuðprýði æviga lívsins!
Sanniliga, Tú ert hin máttmikli, hin mæti, Hann, ið sær, Hann, ið hoyrir!

'Abdu'l-Bahá 

Vernd
Vernd

O Guð!
Al hetta lítla reivabarn upp í føvninginum á Tínum kærleika og gev tí mjólk úr brósti umsorganar.
Røkta hesa ungu urt í rósugarði kærleika Tíns og gev henni vætu við ælunum úr verndarskýggjunum. Lat hesa urt verða eitt barn, sum hoyrir kongaríkinum til, og leið tað inn í guddómliga heimin.
Tú ert máttmikil og blíður! Tú ert Hann, ið gevur. Tú ert hin gávumildi. Tíni vælsignilsi eru hægri enn alt annað!

'Abdu'l-Bahá 

Andalig gleði
Andalig gleði

O Guð, styrk og gleð mín anda.
Reinsa mítt hjarta. Upplýs megina, sum býr í mær. Eg leggi øll míni mál í Tína hond. Tú ert mín vegleiðari og mítt skjól. Eg vil ikki longur vera sorgarbundin og nívd av trega, eg vil vera ein kát og glað vera.
O Guð, eg vil ikki longur vera full av ampa, ei heldur vil eg lata trupulleikar plága meg. Eg vil ikki dvølja á lívsins óhugaligu lutum.
O Guð, Tú ert meira vinaligur við meg enn eg eri við meg sjálva.
Eg vígi meg Tær, O Harri.

'Abdu'l-Bahá

Í lýsingini
Í lýsingini

Eg eri vaknaður í Tínum skjóli,
O Guð mín, og tað sømir seg honum,
ið sóknast eftir hesum skjóli, at dvølja inni í halgistaði vernd Tínar og á háborg verju Tínar.

Bahá'u'lláh

Lýdni mótvegis Guði
Lýdni mótvegis Guði

Ger okkara fótafet trygg
og avgjørd á Tíni gøtu,
O Harri,
og styrk Tú hjørtu okkara
í lýdni móti Tær.

'Abdu'l-Bahá

Grøðing
Grøðing

Navn Títt er mín grøðing, O mín Guð,
og at minnast til Tín er mín heilivágur.
At vera Tær nær er mín vón, og kærleiki til Tín er mín felagi. Náði Tín mótvegis mær
er mín grøðing og mín hjálp í bæði hesum heimi og í hinum komandi heiminum. Tú ert, sanniliga, hin algávumildi, hin alvitandi,
hin alvísi.

Bahá'u'lláh

Andalig gleði
Ljós Guðs

O Guð!
Gev hesum børnum lærdóm.
Hesi børn eru planturnar
í Tínum aldingarði,
blómurnar á bøi Tínum,
rósurnar í Tínum urtagarði.
Lat regn Títt fella á tey;
Lat veruleikasólina skína á
tey við kærleika Tínum.
Lat lot Títt stimbra tey
til tess at tey mega
verða uppvand, og at tey
mega grógva og mennast
og koma til sjóndar
í størsta vakurleika.
Tú ert Hann, sum gevur!
Tú ert hin samkennandi!

'Abdu'l-Bahá

Stuðul frá Guði
Stuðul frá Guði

Er nakar, ið kann loysa
trupulleikar uttan Guð?
Sig: Lovprísaður veri Guð!
Hann er Guð!
Øll eru tænarar Hansara
og øll gera eftir
boðum Hansara!

Báburin

Fá samband / Contact us

Bahá’í samfelagið í Føroyum / The Bahá’i Community of the Faroe Islands

Heim  | Um Bahá'í  |  Bókmentir  |  Tiltøk  |  Tíðindi   |  English

© Copyright 2024
Bahá’í samfelagið í Føroyum