free html site templates

Jørðin er bert eitt land og mannaættin íbúgvar hennara. - Bahá'u'lláh

Tvey hundrað ára føðingardagur Báb
- 29 oktober 2019


ALHEIMS HÚS RÆTTVÍSINNAR

Oktober 2019

Til øll sum eru komin til at heiðra Sendiboð nýggja dagsins.

Høgt elskaðu vinir,


Umhugsið hetta saman við okkum. Hvørja ferð ein Guðdómligur Lærari kemur til sjóndar í heiminum, ein Vera Hvørs læra fer at mynda hugsan og verk hjá fólki í øldir aftaná — hvat høvdu vit væntað í so dramatiskari, seismiskari løtu? 


Tað at ein slíkur Lærari kemur til sjóndar, eins og niðurskrivað í halgiskriftunum hjá heimsins stóru átrúnaðum, er ein altavgerandi hending ið drívur siðmenningina frameftir. Tann andaliga stimbran sum hvør teirra hevur givið upp gjøgnum søguna, hevur víðkað sjónarringin fyri menniskjaligum samstarvi frá ætt til ættarbólk, til býarstat og til tjóðina. Og hvør av hesum stóru Lærarum lovaði at, í tíðarinnar fylling, skal ein nýggj Guðdómlig Vera stíga fram, Hvørs nærvera skuldi væntast og Hvørs ávirkan fór at nýskipa heimin. Ei undur í, sostatt, at koma Bábs, Hvørs føðing fyri tveimum øldum síðan vit nú hátíðarhalda, skapti óhoyrda øsing í landinum har hann varð føddur. Løtan tá Hann kom fram, eins og tá allar aðrar slíkar Verur koma fram, sett ferð á frígeringina av máttmiklum andaligum kreftum — men har var eingin stórfingin leiksýning. Har var ístaðin ein samrøða seint eitt kvøldið í einum lítillátnum persiskum bústaði, ein samrøða millum ein lesandi í átrúnaði og unga Vert hansara, har ið Verturin avdúkaði at hann var tann Lovaði, tann Guðdómligi Lærarin sum gestur hansara hevði leitað eftir. “Gev gjølla gætur,” viðmerkti hann, “man ikki tann ætlaði Persónurin… vera eingin annar enn Eg?” Tað er hesin Unglingin, Báb, ið vit viðurkenna sum tann Eini Hvørs koma — eftir eitt túsund ára millumbil — enn einaferð lýsti ljós himmalskar leiðbeiningar yvir mannaheimin.


Frá hesi fyrstu løtu kom til sjóndar alt tað sum síðan er farið fram. Skriftir Bábs streymaðu frá penni Hansara, avdúkandi djúptøknar sannleikar, burturvísandi pátrúgv sum hevði fastatøkur á so mongum á Hansara døgum, mælandi fólki til at viðurkenna týdningin av samtíðini, tyktandi hyklið hjá teirra leiðarum, og kallandi heimin saman til eitt upphevjað atburðarstig. “O fólk heimsins!” kunnger Hann í einum av høvuðsverkum Sínum, “Sanniliga er tað skæra Ljós Guðs komið til sjóndar tykkara millum … at tit kunnu verða vegleidd rætt til leiðir friðarins og, við Guðs loyvi, stíga út úr myrkrinum og inn í ljósið og á hesa vítt útrættu Gøtu Sannleikans.” Ávirkan Hansara vaks við óvanligari ferð, og rakk út um tey persisku mørkini. Eygleiðarar undraðust stórliga á bæði tað skjótt vaksandi talið á fylgjarum Hansara og yvir teirra brøgd av makaleysum dirvi og trúfesti. Frásagnir um lív Bábs — tí kvika boga tað fylgdi og tí tragiska leiki tað endaði í — fingu forvitnar sálir at ferðast til Persia og kanna gjøllari, og góvu íblástur til eitt umfang av listarligum fagnaði av Hansara Persóni. 


Ljómin av ljósi Bábs tykist tess meira skyggjandi tá sett upp ímóti myrkrinum av tí samfelagsliga umhvørvi Hann kom til sjóndar í. Persia av nítjandu øld lá fjart frá tess dýrdardøgum tá ið tess siðmenning varð øvundað av heiminum. Nú valdaði fákunna; skilaleys dogma møtti ongari mótstøðu; víða útbreitt mutur vaks um ójavna. Átrúnaður, grundarlagið undir fyrrverandi ríkidøminum í Persia, var vorðin ein stovnur heilt uttan sín lívgevandi anda. Hvørt fylgjandi ár hevði einans vónbrot og troystarloysi at bjóða teimum niðurhildnu fjøldunum. Kúganin var fullkomin. Tá, eins og ein stormur á vári, kom Báb at rudda og reinska, at beina fyri teimum følnaðu og uppbrúktu vanunum av eini óstýriligari tíð, og at vaska burtur tað dimmandi dustið úr eygunum á teimum ið vóru blindað av fyrigykling. Men Báb hevði eitt serligt mál fyri eyga. Hann søkti at fyrireika fólk til at í næstum fór Bahá’u’lláh at stíga fram — annað av teimum Tveimum Himinskinum ið ásett vóru til at geva mannaættini nýtt ljós. Hetta var Hansara mest áhaldandi tema. “Tá ið Dagsstjørna Bahás fer at skína glæsiliga yvir sjónarringi ævinleikans,” lærdi Hann Sínar fylgjarar, “áliggur tað tykkum at vísa tykkum framman fyri Hásæti Hansara.”


Soleiðis upplýsti Báb og, við enn bjartari glampa, Bahá’u’lláh eitt samfelag og eitt tíðarskeið hult í myrkri. Teir lótu upp eitt nýtt stig í samfelagsligari menning: stigið av sameiningini av allari tí menniskjaligu familjuni. Tann andaliga orka ið Teir sleptu inn í heimin kveikti nýtt lív í hvørjum virkisøki, og úrslitini av hesum eru eyðsýnd í teirri umbroyting sum er farin fram. Materiell siðmenning hevur gjørt ómetalig framstig; ovfarandi nýbrot innan vísindi og tøknifrøði eru avrikað; portrini til tann uppsamlaða kunnleikan hjá mannaættini eru latin upp á víðan vegg. Og meginreglur sum Bahá’u’lláh setti til at skapa menning og framstig í samfelagnum og til at gera enda á kúgan og útihýsing, eru vorðnar góðtiknar víða um. Umhugsið læru Hansara um at mannaættin er eitt fólk, ella at kvinnur eru at javnstilla við menn, ella at útbúgving má vera algongd fyri øll, ella at skynsom kanning av sannleikanum má vinna á uppspunnum ástøði og fordómum. Tvørtur um øll landamørk, tekur nú ein stórur partur av heimsins fólki undir við hesum grundleggjandi virðum. Kortini, atfinningar ímóti hesum virðum, sum fyrr einans vóru ein viðfáningur millum hugsandi fólk, eru eisini við at kykna upp aftur í samfelagnum — ein áminning um at hugsjónum tørvast kraftina í andaligari halgan til at binda tær saman. Tí eitt er at viðurkenna okkurt sum meginreglu; men nakað heilt annað er at fevna tað av fullum hjarta, og uppaftur torførari at umforma samfelagið upp á mátar sum kollektivt geva úttrykk fyri tí. Tó er hetta endamálið hjá samfeløgum ið daga undan kring allan jarðarknøttin og hava mynstur eftir lærum Bahá’u’lláhs. Hesi samfeløg streva eftir at kasta ljósið frá hesum lærum á teir varandi trupulleikar ið tyngja samfeløgini kring tey; tey leggja ætlanir um ítøkiliga handling við støði í andaligum fyriskipanum. Hetta eru samfeløg sum stríðast fyri útbúgving til bæði gentur og dreingir undir øllum umstøðum; ið taka undir við einari víðkaðari fatan av tilbiðjan sum umfatar arbeiði útint í einum anda av tænastu; sum uppfata andaligar strembanir, heldur enn sjálvsøkni, sum livandi keldur til motivatión; og sum ala upp ein stinnleika í at fremja einstaklingaliga og samfelagsliga umbroyting. Tey royna at fáa í lag andalig, samfelagslig og materiell framstig samstundis. Fram um alt eru hetta samfeløg ið definera seg sjálv í teirra gerningi fyri einleika mannaættarinnar. Tey virðismeta tað ríka fjølbroytni sum er umboðað av øllum heimsins skyldfólkum, samstundis sum tey halda fast við at samleikin sum limur í mannaættini gongur fram um aðrar samleikar og felagsskapir. Tey ásanna tørvin á einari alheims tilvitsku, íkomin av felags umsorgan fyri vælferð mannaættarinnar, og tey rokna øll menniskju á jørðini sum andaligar brøður og systrar. Ikki nøgd við einans at hoyra til slík samfeløg, royna fylgjarar Bahá’u’llahs alla tíðina at bjóða samsintum sálum at vera við til at læra hvussu Hansara lærur kunnu setast í verk.


Hetta leiðir okkum til kjarnan í máli okkara. Evnið vit hava her er avbjóðandi, og tað krevur opinleika. Nógvar frálíkar og virðiligar sakir eru í heiminum og tær koma úr serligum sjónarhornum, hvør við sínum dygdum. Er Søk Bahá’u’lláhs bara ein av teimum? Ella er hon alheimslig, havandi í sær tær hægstu fyrimyndirnar hjá allari mannaættini? Tá samanum kemur, ein Søk sum skal vera kelda til varandi rættvísi og frið — ikki fyri eitt stað ella eitt fólk, men fyri øll støð og øll fólk — hon má vera ótømandi, má innihalda ein himmalskan lívsmátt sum loyvir henni at koma um allar avmarkingar og umfata hvørja dimensión av lívinum hjá mannaættini. Tá ið av tornar má hon hava kraft til at umbroyta tað menniskjaliga hjartað. Latið okkum tí, eins og gestir Bábs, geva gjølla gætur. Hevur Søk Bahá’u’lláhs ikki júst hesar eginleikar? 


Um lærurnar sum Bahá’u’lláh legði fram eru hvat ið kann gera mannaættina føra fyri at vinna fram til hægstu stig eindarinnar, so má ein rannsaka sína sál eftir tí rætta aftursvarinum. Øll tey mongu ið viðurkendu Báb vórðu kallað til hetjuverk, og teirra stórfingna aftursvar er skrásett í heimssøguni. Latið ein og hvønn ið er vakin fyri støðuni í heiminum og sum sær tær áhaldandi vanlukkur sum avskepla lívið hjá íbúgvum hansara, lýða kallið frá Bahá’u’lláh til ósjálvsøkna og trúfasta tænastu — hetjuverk fyri núverandi tíð. Hvat annað kann bjarga heiminum uttan strevið hjá óteljandi sálum sum hvør og ein gera vælferðina hjá øllum menniskjum til síni aðalmál, síni høvuðsmál? 

[Undirskrivað: Alheims Hús Rættvísinnar]


Bahá’i heimsmiðstøðin, Haifa, Ísrael.

Tvey hundrað ára føðingardagur Bahá'u'lláh hátíðarhildin
2017

- Edvard T. Jónsson

Tvey hundrað ára føðingardagur Bahá'u'lláh hátíðarhildin


Í hesum døgum fyrireika 5-6 milliónir bahá'íar kring heimin seg til hátíðarhald í sambandi við, at tað eru liðin tvey hundrað ár, síðan Bahá'u'lláh, stovnarin av bahá'í trúnni, var borin í heim. Føðingardagurin verður hildin við nógvum ymiskum tiltøkum tann 22. oktober í meira enn 100.000 býum og bygdum kring 

allan heimin. Sostatt fara fólk av túsundtals etniskum uppruna at luttaka í einum samskipaðum hátíðarhaldi í øllum heimspørtum.


Longu nú hava nógvir mentanar- og tjóðarleiðarar sent bahá’í samfeløgum kring heimin ynski um góða eydnu við 200 ára hátíðarhaldinum. Harímillum eru forsætisráðharrin í Nýsælandi, Bill English, sum ynskti bahá‘í samfelagnum til lukku á hesum merkisverda vegamóti í teirra søgu. Malcolm Turnbull, forsætisráðharri Avstraliu, fagnaði hesum tilburði við einum sera hugaligum brævi til bahá’íar í landinum. Pakistanski tinglimurin Asiya Nasir helt ein minnisfund í pakistanska tjóðartinginum í sambandi við tvey hundrað ára føðingardagin undir yvirskriftini „Jørðin er einans eitt land“. 


Í Argentina hava myndugleikarnir bæði í Santa Fe og Rosario sent videoheilsur til bahá’i samfeløg kring allan heimin ígjøgnum bahá’í heimsmiðstøðina í Haifa, Ísrael. Borgarstjórin í eysturríkska býnum Bruck an der Leitha helt hátíðarstevnu í sambandi við 200 ára føðingardagin á ráðhúsinum tann 8. september. Stevnan varð hildin til heiðurs fyri Bahá'u'lláh og hansara tignarliga boðskap um frið, viðurkenning og virðing fyri øllum heimsins religiónum. Nógv lukkuynski eru komin frá nógvum mentanarligum og borgaraligum stovnum og einstaklingum. Tvey lond í Evropa, Eysturríki og Týskland, hava givið út vøkur frímerki tvey hundrað ára degnum til áminningar. Fleiri lond fyrireika slíkar frímerkjaútgávur føðingardegnum til heiðurs . Berik Aryn, ráðharri fyri átrúnaðarlig viðurskifti o.a. í Kasakstan segði millum annað í brævi til bahá’í trúarsamfelagið í landinum, at hann vónaði, at bahá’í samfelagið ígjøgnum sítt andliga virksemi og ótroyttandi og áhaldandi boðskapin um sátt og semju millum tjóðir og fólkasløg fór at halda fram við sínum arbeiði at styrkja um vinabandið millum ymiskar trúarbólkar og borgaraligar stovnar í Kasakstan, bæði innan kristindóm og islam.


Bahá'í trúgvin er ein heimsreligión og høvuðsboðskapurin í læru Bahá'u'lláh er eind mannaættarinnar.  


Bahá’íar síggja fyri sær sameindan heim við alheims áskoðan, sum kann sameina allar tjóðir og fólkasløg í hesum mentanarliga fjølbroytta heimi. 

Í sínum víðfevndu lærum leggur Bahá’u’lláh stóran dent á, at tann einstaki má granska óheft og sjálvstøðugt eftir sannleika, samstundis sum nágreiniliga er skipað fyri andligum og samfelagsligum stovnum. Alt bendir hetta á ta sannroynd, at mannaættin upplivir í okkara døgum kollveltandi tíðarskifti, eina óbroytandi menning, sum kann samanberast við ta gongdina í mannalívinum, tá ungdómurin búnast og verður fullvaksin.


Orðini hjá Berik Aryn um at styrkja vinabandið millum ymisk trúarsamfeløg minna nógv um tann søguliga tingfundin, sum ríkisdagurin í Brasilia helt fyri nógvum árum síðani til tess at heiðra Bahá'u'lláh, hansara lív og opinbering, og til at viðgera týdningin av hansara læru, tá ið 100 ár vóru liðin frá deyða hansara í 1892. Ein navnframur tinglimur, Luis Gushiken, greiddi á hesum fundi frá lívi og læru Bahá'u'lláh. Gushiken segði, at skriftirnar hjá Bahá'u'lláh máttu metast sum „stórfingnastu trúarbókmentir sum vóru runnar úr penninum hjá einum persóni.” Hann legði afturat, at tann gløggi lesarin mátti varnast tann serliga hugtakandi tónan í skriftunum hjá Bahá'u'lláh, har tær grundleggjandi moralsku lærurnar í heimsins stóru religiónum, sjálvt grundarlagið undir farnum siðmenningum, verða uppafturtiknar og orðaðar av nýggjum. Bahá'u'lláh skrivaði um sosial viðurskifti og nógvar viðkomandi politiskar og filosofiskar spurningar eitt nú um státsmanskynstur, vísindi, felags trygd, leiklutin hjá fjølmiðlunum, altjóða mál, búskaparlig viðurskifti, lív á øðrum planetum, læknavísindi, dreymar, umhvørvi, orku, alheimsstjórn, landbúnað, mentan og nógv annað. Skriftirnar eftir Bahá'u'lláh, ið telja okkurt um hundrað bind tilsamans, eru í dag grundarlagið undir heimsins yngsta átrúnaði, Bahá'í trúnni. Hetta er ein trúgv, hvørs viðhaldsfólk framvegis verða illa forfylgd í Iran, men sum hevur megnað at rokkið nærum hvørjum einasta króki á jørðini við sínum boðskapi. Kjarnan í læru Bahá'u'lláh er, at tjóðir og fólkasløg kunnu og mugu sameinast, um friður skal valda á jørðini, men tað ómetaliga stóra fjølbroytni í heimsins mentan og menning verður varðveitt. Bahá'u'lláh lærir, at bert ein Guð er til, og at allir heimsins átrúnaðir hava sín uppruna í honum. Allir hesir átrúnaðir hava hvør í sínum lagi havt somu endamál, at vísa menniskjunum vegin til Harra sín, at læra tey at liva saman í sátt og semju og at fyrireika tey til lívið aftaná hetta. 


At maður og kvinna eru fullkomiliga javnsett, og at kvinnur fara at verða høvuðsorsøkin til varandi frið í heiminum er eitt grundleggjandi tema í læru Bahá'u'lláh. Hann staðfestir eisini, at vit mugu hava eitt altjóða hjálpartungumál, ein altjóða dómstól, alheims mát og vekt, eina altjóða búskaparliga skipan. Sambært Bahá'u'lláh fara rættvísi og friður at valda, tá ið fólk fata, at allar religiónir eru sum greinar á sama træi, har rótin er Gud. 

Tíverri er tað so, at hvønn dag, sum fer, økist vandin fyri, at eldarnir, sum kykna upp úr trúarfordómum, fara at festa í heimsumfatandi stóreld. Avleiðingarnar duga vit illa at hugsa okkum. Sovorðnum vanda er fólkavald stjórn ikki før fyri at vinna á, fær hon ongan stuðul. Hendan kreppan eggjar tí øllum tjóðum og fólkasløgum til at leggja tað farna afturum og taka sær nýggjar partar fyri. Við hetta stóra vegamót fær kravið um nýggjan hugburð ikki verið týðiligari. "Góð mannakor, friður og trygd manna millum, fáast ikki," leggur Bahá'u'lláh áherðslu á, "uttan at og fyrr enn mannaættin er væl og virðiliga samanrunnin."


Hesi orðini hjá Bahá'u'lláh siga frá eini livandi vón, sum bahá’íar kring allan heimin knýta til framtíðina:

„Hetta er dagurin, tá ið Guðs mest framúrskarandi góðvild er floymd út yvir menniskjuni, dagurin, tá ið Hansara mest máttmikla náði hevur fylt allar skaptar lutir. Tað hvílir á øllum heimsins fólkasløgum at sættast um tað, sum skilir tey, og í fullkomnari eind og friði at dvølja í skugganum undir Hansara træi av umsorgan og miskunn. Tað sømir seg teimum at halda fast við alt tað, sum á hesum degi fer at elva til, at tey hevja seg upp á eitt hægri støði, og sum fremur vælferð teirra.“


- Edvard T. Jónsson


Santiago, Kili

Umboð frá Bahá'í úr Føroyum við til tempulvígslu í Suður Amerika.

Í døgunum frá 13-16 oktober, hevur Bahá'í samfelagið kring heimin, hátíðarhildið at Bahá'í templi fyri Suður Amerika bleiv vígt.


Nú eru 8 tempul kring heimin. 

Tempul eru í Chicago í Amerika, Kampala í Uganda, Sydney í Australia, Frankfurt í Týsklandi, Panama City í Panama, Apia í Samoa og New Delhi í India og í Santiago í Kili.


Tað nýggjasta av hesum, sum er í Santiago í Kili er júst liðugt og aftaná hátíðarhaldið, sum vardi í tríggjar dagar, var tað latið upp fyri almenninginum.

Í hesum sambandi vóru tvey umboð við úr Føroyum. Ann Kristin Dyrdarklett Hansen og Sóley Philbrow Troleis.

Í alt vóru 5000 Bahá'íar við úr øllum heiminum. Tey vóru úr umleið 110 londum; hetta var eitt avmarkað tal, so at pláss skuldi vera fyri øllum til hátíðarhaldið.


Hugsanin við einum Bahá'í templi er, at tað skal verða hugaligt fyri øll. Tað er eitt tekin fyri eindina av mannaættini.

Templið er opið fyri øllum trúðarbólkum og øllum menniskjum, ið ætla stillar bønir og djúphugsan. Har eru eingir talarastólar og ei heldur er innsamling av pengingi. 


Bahá'í tempul eru ein gáva frá Bahá'í samfelagnum til øll, sum hava hug at brúka tey. tey. 

Slóðir (links)

Fá samband / Contact us

Bahá’í samfelagið í Føroyum /
The Bahá’i Community of the Faroe Islands

SHARE THIS PAGE!