Hini Loyndu Orð

Hini Loyndu Orð

eftir Bahá'u'lláh

- Búi Tyril hevur umsett.
Fylgjandi er brot úr bókini:

FYRRI PARTUR úr arabiskum

[1] O Sonur Andans!
Míni fyrstu ráð eru hesi: Eig eitt reint, blítt og strálandi hjarta, at títt kann vera eitt ræði frá fyrndini, óoyðiligt og ævinligt.

[2] O Sonur Andans!
Hægst elskaði av øllum lutum í eygum Mínum er Rættvísin; vend tær ikki burtur frá henni, um tú ynskir Meg, og vanrøk hana ikki, at Eg kann líta á teg. Við hennara hjálp skalt tú síggja við tínum egnu eygum, og ikki gjøgnum eygu annara, og skalt vita av tínum egna kunnleika, og ikki gjøgnum kunnleika granna tíns. Grunda yvir hetta í hjarta tínum; hvussu tær sømir at vera. Sanniliga er rættvísin Mín gáva til tín og tekinið um Mítt kærleiks-blídni. So hav hana fyri eygum tínum.

[3] O Sonur Menniskjunnar!
Handan slør í Mínari óminniligu veru og í hinum forna ævinleika Míns kjarna kendi Eg kærleika Mín fyri tær; tí skapaði Eg teg, havi innprentað á teg Mína mynd og opinberað fyri tær Mín fagurleika.

[4] O Sonur Menniskjunnar!
Eg elskaði tín skapning, tí skapaði Eg teg. Elska tú tí meg, at Eg kann nevna títt navn og fylla tína sál við anda lívsins.

[5] O Sonur Tilverunnar!
Elska Meg, at Eg kann elska teg. Elskar tú Meg ikki, kann kærleiki Mín á ongan hátt náa til tín. Vita hetta, O tænari.

[6] O Sonur Tilverunnar!
Títt Paradís er Mín kærleiki; títt himmalska heim endursameining við Meg. Far inn hagar og drála ikki. Hetta er tað, sum hevur verið tilætlað tær í Okkara kongaríki omanfyri og Okkara upphevjaða Harradømi.

[7] O Sonur Menniskjunnar!
Elskar tú Meg, vend tær so burtur frá tær sjálvum; og søkir tú fragd Mína, lít so ikki at tínari egnu, at tú kanst doyggja í Mær og Eg æviga kann liva í tær.

[8] O Sonur Andans!
Ongin friður er fyri teg, uttan gjøgnum at avnokta teg sjálvan og venda tær til Mín; tí tær sømir at fegnast í Mínum navni, ikki í tínum egna; at seta títt álit á Meg og ikki á teg sjálvan, við tað at Eg ynski at vera elskaður eina og oman fyri alt, sum er til.

[9] O Sonur Tilverunnar!
Kærleiki Mín er borg Mín; hann, ið fer inn hagar, er tryggur og uttan vanda, og hann, ið vendir sær burtur, skal vissuliga villast og glatast.

[10] O Sonur Talunnar!
Tú ert borg Mín; far inn hagar, at tú kanst støðast í tryggleika. Kærleiki Mín er í tær, vita tað, at tú kanst finna Meg nær hjá tær.

[11] O Sonur Tilverunnar!
Tú ert lampa Mín, og ljós Mítt er í tær. Fá tú frá tí geisling tína, og søk ongan annan enn Meg. Tí Eg havi skapað teg ríkan og havi gávumildliga veitt tær vælvild Mína.

[12] O Sonur Tilverunnar!
Við máttarins hondum gjørdi Eg teg, og við styrkisins fingrum skapaði Eg teg; og í tær havi Eg sett kjarnan av ljósi Mínum. Ver tú nøgdur við tað og søk einki annað, tí verk Mítt er fullkomið, og boð Mítt er bindandi. Set ikki spurning við tað, ivast ei heldur um tað.

[22] O Sonur Andans!
Aðalbornan havi Eg skapað teg, tó hevur tú mannminkað teg sjálvan. So rís upp til tað, tú vart skapaður til.

[23] O Sonur Hins Hægsta!
Til tað æviga kalli Eg teg, tó søkir tú tað, ið ferst. Hvat hevur fingið teg at venda tær burtur frá Okkara ynski og søkja títt egna?

[24] O Sonur Menniskjunnar!
Far ikki út um tíni mørk, ei heldur krev tað, ið ikki sømir seg fyri teg. Kasta teg niður fyri ásjón Guds tíns, Harra veldisins og máttarins.

[25] O Sonur Andans
! Erpa tær ikki yvir hinum fátæka, tí Eg leiði hann á vegi sínum og skoði teg í tínum ónda standi og geri teg til skammar um ævir.

[26] O Sonur Tilverunnar!
Hvussu kundi tú gloyma tínar egnu feilir og stríðast við feilirnar hjá øðrum? Hvør enn, ið ger soleiðis, er bannlýstur av Mær.

[34] O Sonur Andans!
Andi heilagleikans ber tær hini gleðiligu tíðindi um endursameining; hví syrgir tú? Andi máttarins staðfestir teg í søk Hansara; hví hylir tú teg sjálvan? Ljós ásjóndar Hansara leiðir teg; hvussu kanst tú villast?

[35] O Sonur Menniskjunnar!
Syrg ikki, uttan at tú ert fjart frá Okkum. Frø teg ikki, uttan at tú nærkast og vendir aftur til Okkara.

[36] O Sonur Menniskjunnar!
Frø teg í gleði hjarta tíns, at tú kanst vera verdur at møta Mær og at endurspegla Mín fagurleika.

Fá samband / Contact us

Bahá’í samfelagið í Føroyum / The Bahá’i Community of the Faroe Islands

Heim  | Um Bahá'í  |  Bókmentir  |  Tiltøk  |  Tíðindi   |  English

© Copyright 2024
Bahá’í samfelagið í Føroyum