Talvan til Tey Kristnu

Law-I-Aqdas

Hin Mest Heilaga Talvan
* Ofta nevnd Talvan til tey kristnu

Kári Sverrisson hevur umsett.

Hetta er hin Mest Heilaga Talvan send niður úr halga kongsríkinum til tann, ið snúði andlit sítt mótvegis Tí, ið er lutur fyri tilbiðjan heimsins, Hann, ið er komin av himni ævinleikans, klæddur í stórfingnari tign.

Hetta er eitt bræv frá nærveru Okkara til hann, sum tað miseydnaðist nevnirinnar sløri at halda burturi frá Guði, Skapara himins og jarðar, til tess at eygu hansara mega livna upp í døgum Harra hansara, Hjálpini í Váða, Hin av Egnum ávum komin.

Sigið Mær, o fylgisneytar Sonarins!(Jesus) Hava tit útistongt tykkum frá Mær vegna Navn Mítt? Hví grunda tit ikki í hjørtum tykkara? Dag og nátt hava tit ákallað Harra tykkara, hin Alvalda, men tá Hann í miklu dýrd Síni kom oman úr himni ævinleikans vendu tit tykkum frá Honum og lógu eftir, samankropin í dølskni.

Hugsið um tey, sum kveistraðu burtur Andan(Jesus), tá ið Hann kom til teirra við sjónligum veldi. Talríkir teir farisear, sum avbyrgdu seg í samkomuhúsum í Hansara Navni, syrgjandi skilnaðin frá Honum, og kortini; tá ið øll portur endursameiningarinnar brustu upp og hin guddómligi Ljómin glógvaði skærur úr Degningi Vakurleikans, tá trúðu teir ikki á Guð, hin Upphevjaða, hin Máttuga. Ikki vóru teir førir at náa Hansara nærveru, tó at koma Hansara var fyrijáttað teimum í Bók Jesaja eins væl og í Bókunum hjá Profetunum og Sendiboðunum.

Ongin teirra snúði andlit sítt móti hesum Degningi av guddómligum gávumildi, uttan slíkir við als ongum valdi millum menn. Og kortini, í dag, hvør maður útbúgvin við styrki og umgyrdur við valdi rósar sær sjálvum í Hansara Navni. Harafturat, hav tú í huga hann, ið dømdi Jesus til deyða. Í hansara tíð var hann í egna landi sínum tann mest lærdi, meðan hin, sum bert var ein fiskimaður, trúði á Hann. Gev gætur og ver av teimum, ið eygbera ávaringina.

Umhugsa á sama hátt hvussu mangir munkarnir í hesum tíðum eru, sum hava avbyrgt seg í teirra kirkjum, ákallandi Andan, men tá ið Hann vísti Seg gjøgnum Sannleikans Veldi, tá komu teir ikki nærri Honum og eru taldir millum tey, ið eru vilst langt av leið. Sæl eru tey, ið hava slept teimum og vent andlit síni mótvegis Honum, sum er hugur og ynski hjá øllum, ið er á himlum og øllum, ið er á jørðini.

Teir lesa Evangeliið og nokta kortini at viðurkenna Altignarliga Harran, hóast Hann er komin orsakað av megini í Hansara upphevjaða, Hansara máttuga og miskunnsama ræði. Vit eru av sonnum komnir fyri tykkara sakir og hava borið heimsins ólukkur fyri tykkara frelsu. Flýggja tit burtur frá tí Eina, ið offraði Sítt lív til tess at skunda undir tykkum? Óttist Guð, o fylgisneytar Andans, og gangið ikki í fótasporunum hjá einum og hvørjum vilstum prestlærdum. Halda tit, at Hann røktar Síni egnu áhugamál og fyrimunir, tá ið Hann altíð hevur verið hóttur við svørðum hjá fíggindunum; ella at Hann søkir heimsins fá fongd, aftaná at Hann er blivin fongslaður í teimum mest døpru býum? Verið ærlig í døming tykkara og fylgið ikki í fótasporum teirra órættvísu.

Latið dyrnar í hjørtum tykkara upp. Hann, ið er Andin, stendur so sanniliga frammanfyri tær. Hví halda tit tykkum burturi frá Honum, ið ætlar at nærka tykkum at einum glæsiligum bletti? Sig: Sanniliga hava Vit opnað tykkum grindina til Kongsríkið. Fara tit at steingja hurðarnar í húsum tykkara í andlitið á Mær? Víst er hetta onki minni enn eitt herviligt mistak. Hann er av sonnum komin niður av himni aftur, sum Hann eisini kom niður fyrru ferðina. Verið varin, so at tit ikki berjast ímóti tí, sum Hann fráboðar, eins og fólkini undan tykkum bardust ímóti Hansara Orðum. Soleiðis lærir hin Sanni tykkum, og gævi tit skiltu.

Áin Jordan verður sambundin við hitt Størsta Havið, og Sonurin í heilaga dalinum rópar: `Her eri Eg, her eri Eg, o Harri, Mín Guð!', meðan Sinai ringjur seg um Húsið og Brennandi Runnurin rópar hart: `Hann, sum er hin Ynskti, er komin í gøvgaðu hátign Síni'. Sig, Sí! Faðirin er komin, og tað sum varð lovað tykkum í Kongsríkinum er fullgjørt! Hetta er Orðið, sum Sonurin duldi, tá ið Hann segði við tey kring Seg: `Tit fáa ikki borið tað nú'. Og tá ið ásetta tíðin var fullborin og tímin komin, tá ljómaði Orðið fram undan havsbrúgv Vilja Guðs. Ansið eftir, o fylgisneytar Sonarins, at tit ei tveita tað frá tykkum. Haldið fast um tað. Tað er betri fyri tykkum enn alt, tit eiga. Sanniliga er Hann nærri teimum, ið gera væl. Tímin, sum vit krógvaðu fyri vitanini hjá fólkasløgum jarðarinnar og hjá yndiseinglunum er komin. Sanniliga hevur Hann vitnað um Meg, og Eg vitni um Hann. Sanniliga, ikki hevur hann havt annan í hyggju enn Meg. Hetta ásanni hvør rættsinnað og fatandi sál.

Hóast plágaðir við óteljandi vanlukkum, so savna Vit fólkið saman um Guð, Harra Navnanna. Kýtið tykkum at vinna upp tað, sum er lovað tykkum í Bókum Guðs, og gangið ikki vegir teirra fákunnugu. Kroppur Mín hevur tolað fongsling, so at tit kunnu verða loyst úr fjøtrum sjálvisins. Vendið tí andlit tykkara móti ásjón Hansara og fylgið ikki í fótasporunum hjá hvørjum fíggindaligum kúgara. Sanniliga, Hann hevur latið Sær lyndað, at blivið illani eyðmýktur til tess at tit kunnu koma at dýrd, og kortini stuttleika tit tykkum enn í líkasælurinnar dali. Hann, av sonnum, livir í teimum troystarleysastu mannabúgvum fyri tykkara skuld, meðan tit dvøljast í slottum.

Lýddu tit ikki á Rødd Róparans, meðan Hann rópti hart í oyðumørk Bayáns og har bar tykkum gleðiboðini um komu Harra tykkara, hin Almiskunnsama? Sí! Hann er komin í skýldarskugga Vitnisburðarins, klæddur í avgerandi prógvum og teknum, og tey sum veruliga trúgva á Hann síggja nærveru Hansara sum kroppsliggeranina av Kongsríki Guðs. Vælsignaður er tann maður, sum vendir sær til Hann, og vei slíkum, ið avnokta ella ivast í Honum.

Kunnger tú prestunum: Sí! Hann, sum er Valdsharrin, er komin. Stígið út frá aftan slørinum í navni Harra tykkara, Hann, sum fær allar menn at fella til kníggja.

Kunngerið síðani allari mannaættini gleðiboðini úr hesi máttugu, hesi dýrdarríku Opinbering. Sanniliga er Andi Sannleikans komin at vegleiða tykkum at øllum sannleika. Ikki talar Hann so fermur av ávum Hansara egna sjálvi, men sum Hann er boðin av Honum, ið er tann Alvitandi, tann Alvísi.

Hygg, hetta er hin Eini, ið hevur hálovað Soninum og upphevjað Søk Hansara. O fólkasløg jarðarinnar, tveitið burtur tað, tit eiga, og takið eitt fast tak um tað, ið er tykkum boðið av hinum Almáttuga, Honum, ið er Berarin av Áliti Guðs. Reinsið tykkum oyruni og vendið hjørtum tykkara at Honum til tess at lýða á hitt mest undurfulla kallið, sum hevjað er av Sinai, bústaði Harra tykkara, hinum Dýrdarríkasta. Hetta fer sanniliga at draga tykkum nærri staðnum harí tit fara at skilja dýrdina í ljósinum frá Hansara ásjón, sum skínur yvir hesi ljómandi Havsbrúgv.

O prestafjøld! Latið klokkurnar vera og komið so fram úr kirkjum tykkara. Tað liggur á tykkum at kunngera tjóðunum tað Størsta Navnið. So tit vilja helst tiga, meðan hvør steinur og hvørt træ rópar: `Harrin er komin í miklu dýrd Síni!' Væl statt er tað hjá honum, sum skundar sær til Hansara. Sanniliga, hann er taldur millum tey hvørs nøvn fyri alla tíð eru uppteknaði og fara at verða nevnd av Fjøldini í tí Høga. Soleiðis er tað avgjørt av Andanum í hesi undursomu Talvu. Sanniliga er hann, ið kallar menn saman í Mínum navni, av Mær, og hann skal sýna fram tað, ið er omanfyri styrki hjá øllum, sum er á jørð. Fylgið tit Vegnum hjá Harranum og gangið ikki í fótasporunum hjá teimum, sum eru sokkin í líkasæluna. Væl statt er tað hinum svøvntunga, sum vaktur er av Loti Guðs og rísur upp frá teimum deyðu, við fetum bidnum móti Vegi Guðs. Sanniliga, slíkur er, í ásjón Guðs, hinum Sanna, mettur sum ein gimsteinur millum menn og roknaður uppí tey eydnusælu.

Sig: Í eystri er Ljósið í Opinbering Hansara sprottið; í vestri eru tekin um ræði Hansara komin fram. Grundið um hetta í hjørtum tykkara, o menniskju, og verið ikki av teimum, sum viltust so ræðuliga, tá ið Áminnari Mín (Báb) kom til teirra eftir boðum hins Almáttuga, hins Alprísaða. Latið Lot Guðs vekja tykkum. So sanniliga hevur tað rikið um heimin. Væl statt er tað hjá honum, sum verður varur við angan harav og taldur millum tey tryggu.

O fjøld av biskuppum! Á himli kunnleika Mínum eru tit stjørnurnar. Náði Mín ynskir ikki, at tit skulu fella til jarðar. Rættvísi Mín fráboðar tó: `Hetta er tað, Sonurin hevur fyriskipað'. Og hvat so enn stavar frá Hansara ólastiliga, Hansara sanntalandi, álítandi munni, kann ongantíð broytast. Sanniliga kima klokkurnar Navn Mítt og gráta um Meg, men andi Mín frøist við eyðsæddari gleði. Kroppinum hjá hinum Elskaða leingist eftir krossinum og høvd Hansara er algoyst eftir spjótinum, í leið hins Almiskunnsama. Valdið hjá kúgaranum kann aldri ræða Hann frá uppgávu Hansara. Vit hava boðsent øllum skaptum verum at náa nærveru Guðs tíns, Kong alra navna. Vælsignaður er tann maður, sum snúði andlit sítt at Guði, Harri yvir Dómadegi. O fjøld av munkum! Um tit velja at fylgja Mær, so skal Eg gera tykkum til arvtakarar av Kongsríki Mínum; og um tit synda ímóti Mær, tá skal Eg, í tolmóð Míni, finna Meg í hesum, og Eg eri, av sonnum, hin altíð Fyrigevandi, hin Almiskunnsami.

O Sýriuland! Hvar bleiv rættvísi tín av? Sanniliga er tær veitt aðalstign av fótafetum Harra tíns. Hevur tú skilt angan av himinskari endursameining, ella skalt tú roknast millum tey líkasælu?

Betlehem er á fótum við Loti Guðs. Vit hoyra rødd hennara siga: `O mest gávumildi Guð! Hvar er mikla dýrd Tín grundað? Søti roykurin av nærveru Tíni hevur skundað undir meg, aftaná at eg svann burtur í skilnaði mínum frá Tær. Prísaður veri Tú í tí at Tú hevur lyft upp slørini og ert komin við veldi í eyðsæddari dýrd'. Vit róptu til hennara aftan Tabernaklið av Hátign og Háleitni: 'O Betlehem! Hetta Ljós er risið í eystri og ferðaðist móti vestri inntil tað rakk teg á kvøldi í lívi tess. Sig Mær tí: Minnast synirnir Faðirin og viðurkenna teir Hann, ella avnokta teir Hann eins og menniskjuni áður avnoktaðu Hann (Jesus)?' Tínæst rópti hon: `Tú ert, av sonnum, tann Alvitandi, tann best Upplýsti'. Sanniliga skoða Vit allar skaptar lutir, ið hava hug at bera vitnisburð til Okkara. Summi kenna Okkum og bera vitnisburð, meðan størstiparturin ber vitnisburð, men kennir Okkum ikki.

Sinaifjall er í rørslu við gleðini at líta at ásjón Okkara. Hon hevur hevjað sína dárandi rødd í lovsongi av Harra hennara: `O Harri: Meg varnast angan av klæðum tínum. Eg hugsi, tú manst vera nær, duldur í teknum frá Guði. Tú hevur upphevjað hesar landspartar við fótafetum Tínum, og kendu tey bert Teg og andaðu í seg søta angan av Tær; og vei teimum í fasta svøvni'.

Eydnusælur ert tú, sum hevur vent andlit títt móti ásjón Míni, við tað at tú skræddi slørið sundur, sorlaði sundur skurðgudarnar og kendi tín æviga Harra aftur. Fólk Koransins hava sett seg upp ímóti Okkum, uttan nakað greitt prógv ella próvtilfar, og píndu Okkum hvørja løtu við eini nýggjari plágu. Býttisligani væntaðu tey, at mótburðir kunnu ørkymla fyriætlan Okkara. Nyttuleyst er so sanniliga tað, ið tey hava ímyndað sær. Sanniliga, Harri tín er Tann, ið gevur boð um hvat tað so enn er, Honum hóvar.

Ongantíð gekk Eg framvið einum træi uttan at hjarta Mítt vendi sær og talaði til tað: `Hevði ynskt, at tú vart høgt niður í Mínum Navni, og kroppur Mín krossfestur á tær'. Vit avdúkaðu hetta brot í Brævinum til Sháhin, at tað kundi tænt sum ein ávaring til fylgdarmenn av religiónum. Sanniliga, Harri tín er hin Alvitandi, hin Alvísi.

Lat ikki tað, sum teir hava útinnt, valda tær nakra sorg. Sanniliga eru teir eins og deyðir, og ikki livandi. Lat tey deyðu hava teir, og vend tá andlit títt móti Honum, ið er Lívgevari heimsins. Ver ansin, so at tað, ið tey dølsku siga, ikki harmar teg. Statt tú stinnur í Søkini, og lær tú fólk við fullfíggjaðari vitan. Soleiðis áleggur tær Stjórnari jarðarinnar og himins. Hann er av sonnum tann Almáttugi, tann Mest Gávumildi. Áðrenn langt er umliðið fer Guð at upphevja minni títt og innskriva við Dýrdarinnar Penni tað, ið tú hevur útinnt fyri skuld kærleika Hansara. Hann er av sonnum Verndari teirra, ið gera væl.

Gev áminning Mína til Murád at navni, og sig: "Sælur ert tú, o Murád, av tí at tú kveistraði til viks røddina hjá tíni egnu trá, og hevur fylgt Honum, ið er tráanin hjá mannaættini allari".

Hygg: Sælur er tann durvandi, ið vaknar av Mínum Loti. Sælur er tann lívleysi, sum kvaklast orsakað av Mínum lívskveikjandi andadráttum. Vælsignað er tað eyga, ið er troystað av at skoða vakurleika Mín. Sælur er tann ferðamaður, sum stýrir sínum fótafetum mótvegis Tabernakli Dýrd og Hátign Míni. Sælur er tann eydnuleysi, sum søkir sær skjól undir skugganum av trónuhimmali Mínum. Sælur er tann neyðars tystandi, sum kvikar sær at teimum mjúktfloymandi vøtnum av kærleika Mínum og miskunn. Vælsignað er tann ónøgda sál, sum blakar burtur sínar sjálvsøknu tráanir fyri at geva seg til kærleika Mín og sessast við veitsluborðið, sum Eg havi sent niður av himmalinum av guddómligum gávumildi til Míni útvaldu. Sælur er tann eyðmýkti, sum heldur fast á snøri Dýrd Míni; og tann neyðstaddi, sum trínur innar undir skugganum av Tabernaklinum av Ríkidømi Mínum. Sælur er tann fákunnu maður, sum sóknast eftir kelduni til vitan Mína; og tann dølski, sum krøkir seg fastan í tog áminning Mínar. Sæl er tann sál, sum er vorðin hevjað til lívs orsakað av eggjandi andadrátti Mínum, og fingið atgongd inn í himinska Kongsríki Mítt. Sælur er tann maður, sum søti roykurin av endursameining við Meg hevur vakt og fingið at nærkast Degninginum av Mínari Opinbering. Vælsignað tað oyra, ið hevur hoyrt, og tann tunga, sum hevur borið vitnisburð, og tað eyga, sum hevur sæð og kent aftur Harran Sjálvan í Hansara miklu dýrd og hátign, klæddur í stórleika og ræði. Sæl eru tey, sum hava vunnið nærveru Hansara. Sælur er tann maður, sum hevur leitað eftir upplýsing frá Dagsstjørnuni í Orði Mínum. Sælur er hann, sum hevur prýtt høvd sítt við krúnu kærleika Míns. Sælur er hann, sum hevur hoyrt sút Mína og reist seg at veita Mær hjálp millum fólk Mítt. Sælur er hann, sum hevur lagt lív sítt niður á Mína gøtu og borið margfaldar líðingar fyri Mítt Nevnis skuld. Sælur er tann maður, sannførdur um Orð Mítt, sum millum tey deyðu er risin upp at hátíðarhalda Mín heiður. Sælur er hann, sum er vorðin hugfangaður av Mínum undursomu vælljóðum, og hevur skrætt slørini sundur orsakað av ávirkanini av mátti Mínum. Sælur er hann, sum bleiv verandi trúgvur móti Mínum Sáttmála, og sum lutirnir ikki hava hildið aftur frá at náa Mítt Hov av frómleika. Sælur er tann maður, sum hevur loyst seg frá øllum øðrum enn Mær, flogið í lofthavi kærleika Míns, vunnið sær atgongd inn í Mítt Kongsríki, skoðað dýrdarinnar ríki Mítt, svølgt tey livandi vøtn av gávumildi Mínum, drukkið ríviligt av teimum himmalsku áum av elskuligu forsjón Míni, kunnað seg um Søk Mína, fatað tað, sum Eg krógvaði inni í dýrgripinum í Orðum Mínum, og hevur geislað fram undan sjónarringinum av guddómligari vitan, upptikin av hálovanini og prísanini av Mær. Sanniliga, hann er av Mær. Á honum hvílir Náði Mín, Mítt vinarlag, Mítt gávumildi og Mín dýrd.

—Bahá'u'lláh       

Fá samband / Contact us

Bahá’í samfelagið í Føroyum / The Bahá’i Community of the Faroe Islands

Heim  | Um Bahá'í  |  Bókmentir  |  Tiltøk  |  Tíðindi   |  English

© Copyright 2024
Bahá’í samfelagið í Føroyum