Javnstøða millum mannfólk og konufólk

Javnstøða millum mannfólk og konufólk

"Menniskjan hevur tveir veingir - tann mannliga og tann kvinnuliga. Fuglurin flýgur ikki, so leingi sum hesir veingir ikki eru javnsterkir."

Bahá'íar eru sannførdir um, at tað er av altavgerandi og ógvuliga víðum týdningi fyri ta heildarligu støðuna í menniskjuligum viðurskiftum bæði altjóðaliga og her heima, at meginreglan um javnstøðu kynjanna millum verður førd út í lívið.

Altjóðaliga Bahá'í Samfelagið hevur tætt samarbeiði við Sameindar Tjóðir, eitt nú gjøgnum beinleiðis samstarv við ST Nevndina fyri Status hjá Kvinnum og við ST Deildina til Frama Fyri Javnstøðu Millum Menn og Kvinnur. Hetta fylgjandi er meginparturin av skrivi, sum varð sett fram á Altjóða Kvinnuárinum.

Javnstøða millum mannfólk og konufólk

Fyri yvir hundrað árum síðani og fyri fyrstu ferð í søguni hjá opinberaðum átrúnaði proklameraði Bahá'u'lláh, profetur og stovnari Bahá'í Trúarinnar, javnstøðu millum kvinnur og menn. Hesa kunngerðina eftirlat Hann ikki sum ideal ella góðhugða vón, men flættaði hana sum grundleggjandi tátt upp í mynstrið av Sínum sosiala bygnaði. Hann stuðlaði hetta við lógum, ið krevja sama støði av útbúgving fyri kvinnur og menn eins væl og javnrættindi í samfelagnum.

Fyri bahá'íar er javnstøða kynjanna ein andligur og moralskur standardur, sum er altavgerandi fyri sameiningina av jarðarknøttinum og menningina av heimsskipanini. Uttan kvalitetirnar, evnini og dugnaskapirnar hjá bæði konufólki og mannfólki fer verulig búskaparlig og samfelagslig menning av knøttinum at vera ómøgulig. Tí:

"Menniskjan hevur tveir veingir - tann mannliga og tann kvinnuliga. Fuglurin flýgur ikki, so leingi sum hesir veingir ikki eru javnsterkir. Fyrrenn kvinnan kemur upp á sama stig sum maðurin, fyrr enn hon kann njóta somu virkisøki, fara óvanligar uppnáingar hjá mannaættini ikki at koma í lag; og menniskjan kann ikki hevja seg á veingjum sínum til hæddirnar av veruligum uppnáingum."

Menningin av javnstøðu er í núverandi broytingartíðarskeiði mannaættarinnar frá tan-árum til vaksinleika at síggja allastaðni. Hetta er ikki nógv bilsnandi sambært Bahá'í áskoðanini, tí "So leingi sum konufólk eru hildin aftur frá at náa upp til sínar hægstu møguleikar, so leingi fara mannfólk ikki at vera før fyri at náa upp til tann stórleika, sum kundi verið teirra."

Lyndiseyðkennið í teirri serligu øld, sum vit eru á veg inní, verður víðari sett í fokus í fylgjandi útsøgn úr Bahá'í Skriftunum:

"Heimurin hevur fyrr í tíðini verið stýrdur av valdi, og maðurin hevur dominerað yvir kvinnuni orsakað av sínum meira valdskendu og ágangandi eginleikum bæði í kroppi og huga. Men broyting er longu farin at gera vart við seg, vald er í ferð við at missa sína styrki, og tilvitað árvakni, hugskygni og teir andligu kvalitetirnir í kærleika og tænastulyndi, í hvørjum kvinnan er sterk, eru í ferð við at menna seg fram. Tískil fer tann nýggja øldin at vera ein øld, ið er minni maskulin og meira gjøgnummerkt av teimum femininu idealunum, ella, fyri at siga tað nettari, fer at vera ein øld, í hvørjari teir maskulinu og teir femininu siðmenningar tættirnir eru í betri javnvág."

Eind og javnstøða í familjuni

Bahá'í heims samfelagið hevur í meira enn hundrað ár gókent sum sannleika meginregluna um javnstøðu kynjanna millum og hevur skilt týdningin av at seta í verk hendan standard í lívi einstaklinga, familju og samfelags. Stovnurin hjúnalag, grundstøði familjunnar í Bahá'í samfelagnum, er ein partur av hesari gongd. Bahá'í læran leggur stóran dent á , at hjúnalagið skal byggja á sanna andliga eind og javnstøðu.

"Familjan er ein menniskjulig eind, sum má upplærast samsvarandi heiløgum lógum. Familjan má læra teir góðu eginleikarnar. Allatíðina má síggjast til heildina í samanhaldi familjunnar, og brot mugu ikki fremjast á rættindi einstaklinga..... Órættur ímóti einum verður at áskoða sum órættur ímóti øllum, vælvera hins einstaka sum vælvera alra, æra hins einstaka sum æra alra."

Javnrættindi til undirvísing og upplæring

Hóast bæði foreldrini hava somu hægristandandi ábyrgd fyri frálæru barnanna, verður móðirin viðurkend sum fyrsti lærari menniskjunnar, og hon má vera væl fyrireikað til hesa uppgávu. Hennara skúling er sambært Bahá'í áskoðan, "meira neyðug og týðandi enn mansins, tí kvinnan er uppalari barnsin frá vøggualdrinum. Er hon sjálv feilfull og ófullkomin, verður bvarnið neyðturviliga eisini ávantið; tí førir ófullkomileika hjá kvinnuni við sær umstøður við ófulkoileika vyri alla mannaættina, tó tað er móðirin, ið uppalir, føðir og leiðir uppvøkstur barnsins."

Við tað at bahá'íar ikki skilja lívið sundur í ein átrúnaðarligan og ein verðsligan part, og við tað at trúgv má koma til sjóndar sum verk í samfelagnum, so umboðar undirvísing mannfólka og konufólka á øllum økjum "Ein týðandi tátt í teirri nýggju skipanini." Av hesari orsøk er undirvísingin "av einum og hvørjum barni tvungin. Er ikki nóg mikið av peningi hjá einum húski til útbúgving av bæði gentuni og dreinginum, so má peningurin vígast útbugvingini av gentuni, tí hon er tann potentiella móðirin. Eru eingi foreldur, má samfelagið síggja til skúlingina av barninum. Afturat hesari víðfevnandi skúling má eitt og hvørt barn verða útbúgvið innan einhvørja professión, list ella handil, soleiðis at ein og hvør limur í samfelagnum verður førur fyri at uppihalda sær sjálvum."

Tað er somuleiðis týdningarmikið í andanum av hesum nýggja tíðarskeiði mannaættarinnar menningar, at Bahá'u'lláh hevur "kungjørt, at somu sløg av útbúgvingum skulu bjóðast mannfólkum sum konufólkum", gerandi greitt, at "døtur og synir mugu taka somu skeið, harvið fremjandi eind kynjanna."

Tillag frá kvinnum fram ímóti friði

Bahá'í Skriftirnar lova, at "atgongd kvinnunnar til øll menniskjulig øki er eitt óafturvísandi og óumstríðandi mál. Ikki ein sál kann hindra ella forða fyri tí"; at í "ikki einari rørslu" fara kvinnur at verða "hildnar uttanfyri"; at tær "á øllum økjum fara at náa upp á tílík stig, ið fara at verða mett sum allarhægst innan menniskjuheimin, og fara at taka lut í øllum viðurskiftum"; at "tá konufólk fullvegis og á jøvnum føti lutaka í viðurskiftu heimsins ..... fer kríggj at halda uppat." Hetta tillag frá kvinnum fram ímóti stovnsetingini av heimseind og -friði fer óundansleppandi at verða viðurkent of ment:

"Í farnum øldum hevur menniskjan verið hálvvánalig og óeffektiv, tí hon hevur verið ófullkomin. Kríggj og tess oyðingar hava útarmað heimin. Útvúgvingin av kvinnum fer at vera eitt megnar stig fram ímóti avtøkuni og endanum av hesum, tí tær fara at nýta alla sína ávirkan ímóti kríggi ..... Í roynd og veru fara tær at vera megintátturin í stovnsetingini av alheims friði og altjóðaligum gerðarrætti. Kvinnan fer vissuliga at avtaka kríggj ímillum fólk."

Røddir á jøvnum føti

Men stór ábyrgd hvílir á kvinnuni at menna síni evni fullvegis. Hon má royna alt havt hon kann "til tess at vinna størri fullkominleika, at standa á jøvnum føti við mannin á øllum økjum, at gera framstig í øllum økjum, at gera framstig í øllum, sum hon hevur ligið aftanfyri í - soleiðis at maðurin verður noyddur at viðurkenna hennara javnstøðu innan førleika og uppnáilsi." Vælferð mannaættarinnar er vissuliga treytað av menningini av teimum potentiellu dygdunum og førleikunum hjá hvørjum einstøkum, uttan mun til rasu, tjóðskap, stætt, átrúnað ella kyn. Av hesari orsøk eru fordómar, sum føra til spjaðing og niðurtrýsting, á skipaðan hátt avtiknir í Bahá'í samfelagslívi. Serstøk fyrisitingarlig skipan við støði í hugtakinum Eind í Fjølbroytni heldur bæði fast við útbúgving fyri allar samfelags borgarar og góðtekur endurreisn beinan vegin til øll tey, sum áður hava verið síni rættindi frárænd. Bahá'í valskipanin, virkandi við loyniligum atkvøðu greiðslum, uttan uppstillingar ella valstríð, eggjar til universella luttøku: ein og hvør vaksin bahá'íi kann veljast inn á lokalar og tjóðarligar fyrisitingarligar stovnar, ið hava ábyrgd fyri avgerðum í sambandi við viðgerðir av Bahá'í viðurskiftum. Við tí, at kvinnur luttaka á øllum økjum innan Bahá'í samfelagslív, er tann lættleiki, við hvørjum konufólk, sum leingi hava verið frárænd javnbjóðis høvi, nú kunnu koma upp í samfelagslívið, væl og virðliga prógvaður.

Í Bahá'í heims samfelagnum í dag, í yvir 360 londum og økjum, eru kvinnur saman við monnum í ferð við at byggja upp globala samfelags skipan. Bahá'íar trúgva tí, at teirra tillag fram ímóti stovnsetingini av heims siðmening er møguligt orsakað av tí altumfevnandi og gjøgnumtreingjandi andliga mátti, sum er sleptur leysur í hesari øld av Bahá'u'lláh, ið hevur burturbeint allar avmarkingar, sum forða fullgeringini av eginleikum í menniskjuni. Tí sambært Bahá'í áskoðanini, tá "hetta er øld ljóssins, er tað týðiligt, at Sól Veruleikans, Orðið, hevur opinberað seg fyri allari mannaættini. Ein av møguleikunum, sum hava ligið fjaldir í menniskjuríkinum, var evni ella førleiki kvinnunnar. Gjøgnum tær máttmiklu strálurnar av guddómligari upplýsing er førleiki kvinnunnar blivin so vaktur og sjónligur í hesari øldini, at javnstøða millum mannfólk og konufólk er reist sum sannroynd."


(Tað, sum stendur í gásareygum, er beinleiðis endurgevingar úr Bahá'í Skriftunum)

Heim  | Um Bahá'í  |  Bókmentir  |  Tiltøk  |  Tíðindi   |  English

Fá samband / Contact us

Bahá’í samfelagið í Føroyum / The Bahá’i Community of the Faroe Islands

© Copyright 2024
Bahá’í samfelagið í Føroyum