Til heimsins trúarleiðarar

Til heimsins trúarleiðarar

Altjóða leiðslan fyri Bahá'í-trúnni heitir á allar heimsins átrúnaðarleiðarar um at køva átrúnaðarligar fordómar og fanatismu.

Toftir november 2002

Altjóða leiðslan fyri Bahá'í-trúnni hevur sent øllum heimsins átrúnaðarleiðarum eitt bræv, har hon harmast um, at átrúnaðarligir fordómar framhaldandi forða fyri heimsfriði og framburði.

Bahá'í samfeløg um allan heim bera boðini til átrúnaðarleiðarar í teirra londum og senda tískil hesa áheitan um, at teir taka avgerandi stig til tess at beina fyri átrúnaðarligari intoleransu og fanatismu. Hetta bræv er eisini handað fleiri av prestunum her í Føroyum hesar seinastu mánaðirnar.

Bahá'i samfelagið í Føroyum

Til heimsins trúarleiðarar

Varandi arvur tjúgundu aldar er, at henda øld noyddi heimsins fólkasløg at fara at síggja seg sum part av einari mannaætt og síggja jørðina sum felags heimstað hjá hesi ætt. Hóast áhaldandi kreppa og harðskapur liggja sum myrkur úti í havsbrúnni, víkja allastaðni fordómar, sum einaferð tóktust mannaættini í holdi bornir. Saman við teimum detta marknagarðar niður, sum leingi skiltu mannaættina sundur í bábilskan hurlivasa av ósamanhangandi mentanarligum, fólkalívsfrøðiligum og tjóðskaparligum samleikum. At so grundleggjandi broytingar kundu henda so stutt tíðarbil - hugsa vit um søguliga tíð, hendi hetta at kalla frá degi til dags - bendir á, hvussu stórir framtíðarmøguleikarnir eru.

Tíverri er tað so, at skipaður átrúnaður, sum er íkomin júst til tess at tæna brøðralagi og friði, alt ov mangan ber seg at sum ein tann størsta forðingin á leiðini; skal eitt serliga ørkymlandi førast fram, so hevur hesin skipaði átrúnaður leingi latið óhógv farið avstað við trúvirði sínum. Sum stýrandi ráðið í einum av heimstrúgvunum føla vit, at tað er skylda okkara at eggja til inniliga at hugsa um, í hvussu stóran mun hetta bjóðar trúarleiðslum av. Bæði stríðsmálið og umstøðurnar, sum tað elvir til, krevja, at vit tosa beint fram. Av tí at vit saman tæna tí guddómliga, líta vit á, at tað, sum sagt verður, fer at verða móttikið í sama kærleiksanda, sum tað verður borið fram.

Stríðsmálið kemur týðiliga fram, tá ið okkum rennur í hug, hvat ið er vunnið aðrastaðni. Leggja vit burturúr fá, støk dømi, varð fyrr mett, at kvinnur vóru vánaligari slag, lyndið teirra varð fjøtrað av pátrúgv, teimum varð sýtt høvi til at bera fram tað, sum mannahugurin megnaði, og tær vórðu sjúgvaðar í leiklutin at vera monnunum til vildar og tæna teimum. Vit vita øll um nógv samfeløg, har ið sovorðnar umstøður framvegis valda og enntá verða vardar, uttan at nakar sýnir hógv. Men líta vit út um heim, verður allastaðni staðfest, at kynini eru líka, tá ið tað kemur til at fremja øll rættilig endamál. Henda fatan stendur eins stinn í flestøllum bókligum samfeløgum og innan fjølmiðlarnar. So mikið grundleggjandi hevur henda endurskoðan verið, at tey, sum framvegis tala fyri mansveldi, noyðast at leita sær stuðul úti á markinum fyri tí, sum er ábyrgdarfull hugsan.

Illa sperdu tjóðskaparherdeildirnar standa fyri somu lagnu. Fyri hvørja kreppu í heiminum, sum fer aftur við borðinum, verður lættari hjá íbúgvanum at duga at skilja ímillum tað at hava tokka til eitt land, sum ríkar lívið hjá einum, og tað at geva seg undir øsandi tungusnild, sum er ætlað at ala fram hatur og ótta fyri øðrum. Sjálvt har, sum tað sømir seg at taka lut í vanligum tjóðskaparligum hátíðarhaldi, er aftursvarið í almenninginum eins ofta merkt av keðiligum kenslum sum av teirri sterku sannføring og tí fúsa eldhuga, ið hoyrir farnum tíðum til. Hetta árin er ment av teirri broyting, sum alla tíðina fer fram í altjóða skipanini. Sama ger, hvørji lýti felagsskapurin Sameindu Tjóðir hevur í løtuni, ella hann er førur fyri hernaðarliga at stríðast ímóti álopi ella ikki, so fer eingin skeivur av teirri sannroynd, at tann gandagripur, sum liggur í fullkomnum tjóðaryvirvaldi, er um at fara í søguna.

Søguligar gongdir, sum ikki hava stórvegis tol við tílíkum dramblæti, hava sæð til, at rasu-og tjóðarfordómar eru viðfarnir eins kubbut. Serliga her er tað gamla lagt avgjørt aftur um bak. Nú er rasisma í so stóran mun dálkað av at verða sett í samband við tjúgundu aldar ræðuleikarnar, at hon er farin at vera átøk andaligari spillu. Hóast hann enn livir sum medferð manna millum - og sum skammblettur á lívið hjá eyðkendum parti av mannaættini - so er rasufordómur í høvuðsheitum vorðin so mikið fordømdur um allan heim, at eingin mannabólkur longur ekkaleysur fer at loyva sær at verða settur í sama bás sum hann.

Tað er ikki tað, at vit eru sloppin undan farnum myrkri, og at ein nýggjur ljósins heimur alt í einum er komin til lívs. Stórar nøgdir av fólki tola framvegis fylgjurnar av inngrónum fordómum mótvegis fólki, kyni, tjóð, kastu og samfelagsstætt. Alt bendir á, at hetta órættvísið fer at halda fram leingi, av tí at teir stovnar og tey mynstur, sum mannaættin finnur upp á, bara so við og við fara at vera før fyri at fáa annað skil á viðurskiftunum og veita teimum kúgaðu linna. Tað, sum vit heldur eiga at festa okkum við, er, at vit eru farin upp um eina gátt, og eingin heldur, at tað fer at bera til at venda aftur. Vit hava sannað nakrar meginreglur, sett orð á tær, latið tær fingið breiða umrøðu, so tær nú meiri og meiri fáa hold innan stovnar, sum eru mentir at noyða tær upp á medferðina hjá fólki. Eingin ivi er um, at uttan mun til hvussu langrøkið og pínufult stríðið er, verður endin tann, at virðuskiftini millum øll fólkasløg fara at verða kollvelt á grasrótarstøði.

Tá ið vit komu inn í tjúgundu øld, var tann fordómur, ið meiri enn nakar annar tóktist fara at slaka fyri broytingarmáttunum, tann átrúnaðarligi fordómurin. Í vesturheiminum høvdu vísindalig framstig longu havt við sær, at illa varð farið við nøkrum av grundstuðlunum undir sertrúarsjálvgóðsku. Sum mannafatanin av menniskjanum sjálvum broyttist, tóktist tann nýggja átrúnaðarliga gongdin, ið mest mundi fara at spyrjast burturúr, vera sínámillum átrúnaðarliga rørslan. Í 1893 vóru enntá teir fyriskipararnir, ið høvdu væntað sær nógv av Heimsins Kolombionsku Útlegging, bilsnir, tá ið fundurin elvdi til tað víðagitna "Trúartingið", ein opinbering um andaliga og siðaliga semju, sum fevndi um væl umtóktu hugmyndina á øllum heimspørtum, og sum enntá megnaði at myrkja fyri vísindaligu, tøkniligu og handilsligu undrunum, sum framsýningin hátíðarhelt.

Í stuttum: fyrndargamlir múrar tóktust vera rapaðir. Týdningarmiklir heilar innan átrúnað mettu fundin sum eindømi, ið ongantíð áður var komið fyri í heimssøguni. Virðiligi høvuðsfyriskiparin segði, at "tingið hevði bjargað heiminum undan trongskygni". Við góðum treyst varð spátt, at ein hugmyndarík leiðsla fór at nýta høvi til at fáa trúarsamkomurnar á jørðini, sum leingi høvdu gingið ymsar leiðir, at rakna við og kenna bróðuranda, sum kundi fara at seta siðaligar skorðar undir ein nýggjan heim, har ið ríkidømi og framburður fóru at valda. Eggjaðar til soleiðis, festu øll sløg av sínámillum trúarrørslum røtur og blómaðu. Ómátaligar bókmentir, tøkar á nógvum málum, fingu uppaftur fleiri, bæði trúgvandi og ikki-trúgvandi, uppí at kunna seg um tað, sum allar høvuðstrúgvirnar læra okkum, ein áhugi, ið útvarp, sjónvarp, filmur og endiliga alnótin sum frá leið fóru at sýna ans. Fróðskaparsetur fóru undir at bjóða lesnað til embætisprógv í samanberandi átrúnaði. Tá ið tjúgunda øld var runnin, vóru sínámillum átrúnaðarligar gudstænastur, ið ikki hugsingur hevði verið um bara nøkur tíggjuár frammanundan, farnar at vera vanligar.

Tíverri er týðiligt, at ov lítið av mentaðum høpi og andligum lyftum er í hesum fyrstu stigunum. Hóast sameiningartilgongdirnar, sum broyta øll onnur almannaviðurskifti, so muta tey, ið eru byrgd inni í snævurskygdari medferð, treiskliga ímóti, tá ið roynt verður at stremba fram ímóti, at heimsins stóru trúgvir av lyndi og uppruna hava sama virði. At tað er gingið framá at fáa fólkasløgini at sameinast, er ikki bara tekin um kenslur ella ávísa ætlan, men er komið av, at vit eru farin at sanna, at heimsins fólkasløg eru eitt slag - tey nógvu frávikini eru ikki til nakran fyrimun ella vansa hjá nøkrum fólkabólki. Somuleiðis hevur kvinnufrígeringin havt við sær, at bæði samfelagsstovnar og vanlig fólkahugsan eru farin at viðurkenna, at einki - hvørki lívfrøðiliga, sosialt ella siðaliga - er, ið heimilar, at kvinnur ikki skulu hava somu rættindi sum menn, ella at gentur ikki skulu hava somu frálærumøguleikar sum dreingir. Heldur ikki eigur tað, at vit síggja, hvat ið nakrar tjóðir gera, til at alheimslig siðmenning tekur seg fram, at fáa okkum at líta á ta hugsan, at ikki aðrar tjóðir eisini kunnu gera sítt.

Størsti parturin av átrúnaðarligari leiðslu tykist ikki vera førur fyri at fara undir so grundleggjandi at broyta stevnu. Aðrir partar av samfelagnum geva seg í part við ábendingarnar um, at mannaættin er í einum, ikki bara sum tað næsta stigið, ið ikki slepst undan, skal ganga framá við siðmenningini, men til tess at fullgera øll sløg av smærri samleikum, ið fólk okkara kemur við hesa avgerandi løtu í felags søgu okkara. Men størri parturin av skipaðum átrúnaði stendur negldur á gáttini inn í framtíðina, gøllhildin í júst teimum somu trúarssetningunum og krøvunum um framíhjárætt til sannleikan, sum hava elvt til nakrar av beiskastu kreppunum, ið hava skilt heimsins fólk sundur.

Fylgjurnar, hugsa vit um mannakor, hava verið oyðandi.Vissuliga man vera óneyðugt neyvt at føra fram teir ræðuleikar, sum vitja aftur á vansælar íbúgvar í dag - ræðuleikar av tí at teir eru sprotnir burtur úr óhóvsomum rembingum, so ógvisligir ræðuleikar, at tú valla troystar tær at taka orðið átrúnaður upp á tungu. Fyribrigdið er heldur ikki nýtt. Skal eitt av nógvum dømum takast fram, so kostaðu trúarkríggini í Evropa í sekstandu øld nøkur og tríati prosent av øllum íbúgvunum í evropeiska heimspartinum. Hesir trúarblindu, kredduføstu máttir, ið voldu tílíkar kreppur, sáddu í mannahugin sáð. Vit mugu hugsa okkum, hvat ið hesi sáð, sum frá líður, munnu hava alt av sær.

Aftur at tí, sum her er nevnt, má skoytast uppí, at tað lív, sum tankarnir liva, er svikið dyggiliga, tað hugans lív, sum meiri enn nakað annað frá átrúnaði hevur rænt førleikan at síggja til, hvussu heimsins mál eiga at verða greidd. Eftirsum teir hava verið læstir fastir av dagsskráum, sum spjaða og spilla mannaorku, hava átrúnaðarligir stovnar alt ov ofta verið teir, ið mest av øllum hava roynt at forðað fyri, at veruleikin verður rannsakaður, og at vitborni førleikin, sum eyðkennir mannaættina, verður nýttur. At finnast at verðsligleika og yvirgangi ger lítlan og ongan mun, tá ið vit skulu standa okkum ímóti siðalagskreppuni, sum valdar í løtuni, um teir átrúnaðarligu stovnarnir ikki fyrst av øllum opið snúgva sær til teirra, sum sleptu endanum og ikki stóðu stinn, men heldur lótu trúgvandi mannfjøldirnar liggja opnar og sárbærar, tá ið hesi árin herjaðu.

Hvussu sárar tær so eru, eru sovorðnar atfinningar minni ein ákæra ímóti skipaðum átrúnaði enn tær eru ætlaðar at minna á, hvussu máttmikil átrúnaður er. Sum vit øll vita, røkkur trúgv niður í røturnar á tí mátti, sum eggjar okkum til. Er trúgv sonn ímóti andanum og dømi um ta gøvgaðu mynd, sum veitti heiminum stórfingnu trúarskipanir hennara, kveikir hon í heilum fólkasløgum lív í gávurnar til at elska, at fyrigeva, at skapa, at hava stórt áræði, at basa fordómum, at ofra fyri felags gagn og at halda tí djóralíku loynivitskuni undir aga, sum fær okkum at leypa framav. Eingin ivi er um, at tann máttur, ið hevur havt alstóran týdning, tá ið tað kemur til at læra mannaættina at vera siðaða, er árinið frá hesum himmalsku opinberingum, ið ferð eftir ferð hava verið okkum menniskjum fyri - heilt aftur til fyrstu byrjan av søguni, ið søgd er.

Hesin sami máttur, ið virkaði so væl í fyrndini, er framvegis so týðandi liður í mannahuganum, at hann kódnar ikki. Hóast alt tykist vera ímóti, og lítið fæst av stimbrandi tileggjan, heldur hann fram at bera tí stríði uppi, sum fer at bjarga óteljandi milliónum, og í øllum londum at lata hetjur og halgimenni hevja seg upp, hetjur og halgimenni, hvørs æviskeið mest sannførandi prógva aðalreglurnar, sum standa í halgubókum teirra. Sum mentanarkósin sýnir, so er trúgv eisini før fyri ógvuliga djúpt at rína við, hvussu sosial viðurskifti eru bygd upp. Satt at siga er ikki lætt at koma fram á nakað grundleggjandi framstig í siðmenningini, sum ikki hevur drigið siðaliga mátt sín úr hesi ævigu keldu. Ber tá til at hugsa sær, at ferðin at hámarkinum til evstamark av túsundáralanga strevinum eftir at skipa gongustjørnuna gerst í andaligum tóma? Um tær forgjørdu hugsjónirnar, ið stungu seg upp í heimi okkara í júst farnu øld, ikki tæntu nøkrum øðrum endamáli, so sýndu tær avgjørt, at tørvurin nøktast ikki av møguleikum, sum liggja innan fyri tað, sum menniskjað er ført fyri at hugsa sær.

Tað, sum hetta hevur við sær í dag, metir Bahá'u'lláh um í orðum, ið vórðu skrivað fyri meiri enn hundrað árum síðani, og sum eru spjadd víða um í tíggjuárunum síðani tá:

"Als eingin ivi fær verið um, at heimsins fólk, sama hvat fólkaslagið ella hvør átrúnaðurin er, draga íblástur sín úr einari himmalskari keldu, og at tey eru Guds tegnar. Munurin ímillum tær fyriskipanir, sum tey liva eftir, er at finna í teimum ymisku krøvunum og kreppustøðunum, sum hoyrdu tí tíðini til, tá ið tær opinberaðu seg. Gud ásetti allar hesar fyrskipanir uttan nakrar fáar, sum eru runnar av mannaspillu, og hesar Guds fyriskipanir endurspegla vilja hans og mið. Rísið upp og syndrið, útgjørd við trúarinnar mátti, teir gudarnar sundur, sum eru runnir úr fáfongd huga tykkara, gróðursettir av tvídrátti tykkara. Verið trúgv mótvegis tí, ið dregur tykkum saman og sameinir tykkum."

Sovorðin ákallan krevur ikki, at farið verður frá grundleggjandi sannleikunum hjá nøkrum av heimsins stóru trúarskipanum. Als ikki. Trúgv hevur síni egnu krøv og sína egnu verju. Tað, sum onnur trúgva - ella ikki trúgva, fær ikki verið tað, sum skal stýra samvitskuni, ið vera skal, hjá hvørjum einstøkum menniskja. Tað, sum orðini omanfyri greidliga eggja til, er at havna øllum krøvunum um at vera nakað serligt og at hava ta endaligu loysnina, krøvum, sum, meðan tey hava vundið røtur sínar um andans lív, hava havt størsta leiklutin, tá ið tað kemur til at køva trilvandi stig fram ímóti sameining og til at birta upp undir hatur og harðskap.

Hesa søguligu avbjóðing meta vit, at átrúnaðarligir leiðarar mugu taka upp, um átrúnaðarlig leiðsla skal hava nakra meining í tí heimssamfelagi, ið rísur upp úr øllum, tí hevur verið fyri í tjúgundu øld. Tað er eyðsæð, at alt fleiri fólk ásanna, at sannleikin, ið liggur undir øllum átrúnaði, í høvuðstættunum er hin sami. Henda fatan kemur ikki burtur úr nakrari viðtøku eftir átrúnaðarligt kjak, men er nakað, sum fólk kenna á sær, nú ið tey í alt størri mun sleppa at vera saman við øðrum og tískil eisini spakuliga fara at góðtaka, at mannaættin er sum ein. Burtur úr hurlivasanum av trúarssetningum, kirkjusiðum og lógum kyknar tann fatanin upp, at eins og tær ymisku tjóðirnar, tey ymisku fólkini og allar mentanirnar eru sum ein, so er andslív ein óavmarkaður veruleiki, sum øll sleppa eins væl framat. Skal henda sannkenning, sum sveimar víða og enn er trilvandi, sleppa at fáa fast snið og - so tað munar - gera sítt til at byggja ein friðarligan heim upp, mugu tey, sum stórar mannfjøldir framvegis venda sær ímóti til tess at verða beind á rætta leið, av heilum hjarta staðfesta hesa sannkenning.

Sanniliga er stórur munur á heimsins megintrúgvum, tá ið tað kemur til samfelagsfyriskipanir og ymiskar kirkjusiðir. Hugsa vit um, hvussu ein himmalsk opinbering fyri og onnur eftir í mong túsund ár hevur vent sær til skiftandi tørvin hjá einari siðmenning, ið alsamt tekur seg fram, fær hetta valla verið øðrvísi. Tað, sum vit ikki kunnu verja siðaliga, er, at mentanararvur, sum var ætlaður at ríka andslívið, er avbronglaður, so hann í staðin fyri hevur verið nýttur til at vekja fordómar og fremmandagerð. Høvuðsuppgávan hjá sálini fer altíð at vera at kanna veruleikan, at liva sambært teimum sannleikum, sum hon vissar seg um eru teir røttu, og at sýna teimum fólkum fulla virðing, ið royna at gera tað sama.

Onkur kundi kanska mælt ímóti hesum og sagt, at um allar tær stóru trúgvirnar skulu viðurkennast sum eins himmalskar frá upphavi, verður endin, at eggjað verður til - ella at tað í minsta lagi verður lættari hjá fjøld av fólki - at flyta úr einari trúgv yvir í aðra. Um hetta er satt ella ikki, hevur tað vissuliga lítið upp á seg, um vit seta tað upp ímóti tí, at tað nú endiliga fer at bera til hjá søguni at loyva teimum upp í part, sum ikki ivast í einum heimi, sum fer út um henda jarðarheim - og seta tað upp ímóti teirri ábyrgd, sum henda vitan hevur við sær. Allar tær stóru trúgvirnar kunnu føra fram munagóð og trúlig prógv fyri, hvussu væl er gingist teimum at ala siðaliga lyndið upp. Heldur ikki ber til hjá nøkrum at koma við tí, at tí læruni, sum er knýtt at einari serligari trúgv, hevur eydnast hvørki verri ella betur at skapa trongskygni og pátrúgv enn trúarsetningunum hjá teirri læruni, sum er knýtt at hvørjari sum helst aðrari trúgv. Í einum heimi, sum er um at falla inn í eina heild, er náttúrligt, at umskifti alla tíðina henda í mátanum, sum fólk svara aftur og verða sameind. Og leikluturin hjá stovnum, sama ger hvørjum, er sanniliga at meta um, hvussu henda menning kann fáast at virka soleiðis, at hon fremur semju. Trygdin fyri at úrslitið, tá ið saman um kemur, verður skilagott - andaliga, siðaliga og sosialt - liggur í, at tær fjøldirnar av jarðarbúgvum, sum ikki eru eftirspurdar, hava varandi álit á, at alheimurin ikki verður stýrdur av mannalyndi, men av einari hollari forsjón, sum ongantíð svíkur.

Samstundis sum tær forðingar, ið hava skilt fólkasløgini sundur, hvørva, síggja vit í okkara øld, hvussu tann múrur loysist upp, sum fólk fyrr mettu, at tað ongantíð fór at bera til at fara uppum, tí himmalska lívið og jarðarlívið í allar ævir fóru at vera skild sundur. Halgibøkurnar hjá øllum trúgvum hava allar dagar lært tann trúgvandi, at tá ið hann tænir øðrum, er tað ikki bert siðaliga skylda hansara, men samstundis sálarinnar egna leið at nærkast Gudi. Í dag gevur tann vaksandi samfelagsendurbyggingin hesi kendu læru nýtt flog. So hvørt sum aldagamla lyftið um ein heim, ið er eggjaður av rættvísisgrundregluni, fer at líkjast einum hugsandi máli, fer tørvurin hjá samfelagnum í alt størri mun at verða mettur sum hvør sín síða av somu søk, nevniliga av einum fullmentum andslívi.

Um trúarleiðsla skal vera før fyri at taka ímóti teirri avbjóðing, sum henda seinasta fatanin umboðar, tá má aftursvarið fyrst av øllum viðurkenna, at trúgv og vísundi eru tvær lívsneyðugar kunnleikaskipanir, sum hugans máttur grør burturúr. Hesar báðar kunnleikaskipanir eru alt annað enn í stríði hvør við aðra, tvørturímóti eru hesir báðir grundleggjandi hættir at hugsa og granska veruleikan uppá treytaðir hvør av øðrum, og nógv er komið burtur úr teimum sjáldsomu, men eydnusomu tíðarskeiðunum í søguni, tá ið náttúra teirra, ið stuðlar hvør aðra, er vorðin viðurkend, og tær hava verið førar fyri at virka saman. Innlitið og førleikin, sum vísindalig framstig fáa fram, mugu altíð leita sær vegleiðing hjá andaligum og siðaligum skyldum, skulu tey nýtast hóskiliga. Trúarsannføringar, sama ger hvussu høgt vit virðismeta tær, mugu við tí góða og takksamar geva seg undir uttanveltaðar vísindaligar royndir.

At enda koma vit til eitt stríðsmál, sum vit nærkast heldur óttafull, tí tað nemur mest beinleiðis við samvitskuna. Millum allar tær mongu freistingarnar, heimurin býður, er ikki at undrast á, at tann roynslan, sum hevur ligið trúarleiðarum fremst í huga, er tann roynslan, sum freistar til at nýta vald í trúarmálum. Ongum, sum hevur nýtt drúgv ár til inniliga at hugsa um og granska halgiskriftirnar hjá onkrari av teimum stóru trúgvunum, tørvar gjøllari at verða mintur á, hvussu mangan tann grundreglan verður endurtikin, sum sigur frá, hvussu lættliga vald er ført fyri at spilla - og tað spilla uppaftur meiri, so hvørt sum hetta vald økist. Eingin ivi er um, at teir ófráboðaðu sigrarnir, sum ótaldir prestar upp ígjøgnum øldirnar á henda hátt hava vunnið, eru ein av høvuðskeldunum til skapandi máttin hjá trúarskipanum, og at teir eiga ein av ovastu heiðurssessunum. Somuleiðis hevur kortini tað, at aðrir trúarleiðarar eru farnir í snaruna av verðsligum valdi og framíhjárættindum, alið fram væl taðað gróðrarlendi til kenslukulda, mutur og vónloysi hjá øllum teimum, sum geva hesum gætur. Tað, sum hetta hevur við sær, tá ið tað kemur til førleikan hjá trúarleiðslu at røkja sosialu ábyrgd sína í hesum tíðarskeiði í søguni, er ikki neyðugt at lýsa út í æsir.

Av tí at tað snýr seg um at bøta um lyndið og um at fáa samljóð í viðurskifti, hevur trúgv upp ígjøgnum søguna havt leiklutin sum grundkeldan, tá ið vit skulu leita eftir meiningini við tilveruni. Hvørt tíðarskeið hevur hon alið fram tað góða, funnist at tí skeiva og rætt fram eina sjón av møguleikum, sum enn liggja á láni, soleiðis, at øll, sum hava viljað, eru sloppin at síggja. Burtur úr ráðum hennara hevur skilasálin fingið stimbur til at vinna á teimum mørkum, sum heimurin noyðir upp á okkum, og til at fullgera seg sjálva. Sum navnið bendir á, so hevur trúgv verið høvuðsmátturin, ið hevur knýtt ymisk fólkasløg saman í enn størri og meiri víðfevnd samfeløg. Tað hevur havt við sær, at tey eru sloppin til orða við tí, sum hvør sær er førur fyri at útinna, nú ið tey á henda hátt verða givin leys. Stóri fyrimunurin við nútíðini eru útlitini fyri, at tað fer at bera til hjá allari mannaættini at síggja hesa siðmennandi gongd sum eitt einstakt fyribrigdi, sum ferð eftir ferð endurtekur seg, tá ið okkara heimur møtir Guds heimi.

Eggjað av hesum framtíðarútliti hevur Bahá'i-samfelagið verið ágrýtið, tá ið tað alt frá upphavi tess hevur roynt at birt upp undir sínámillum trúarvirksemi. Umframt virðismettar felagsskapir, sum hetta virksemið hevur við sær, sær Bahá'i - í strevinum eftir at fáa ymiskar trúgvir at nærkast meiri - at svarað verður upp á himmalska ynskið eftir einari mannaætt, sum fullmennist undir einum. Limirnir í okkara bólki fara at halda fram við at veita so hollan stuðul, sum vit fáa. Men tað er skylda okkara mótvegis teimum, sum vit stríðast saman við fyri hesi søk, týðiliga at siga frá, at vit eru fullvís í, at skal sínámillum átrúnaðarlig tala gera veruligan mun, tá ið tað kemur til at lekja tað ringa, ið bagir vónleysu mannaættini, má henda tala - ærliga og uttan at víkja uppaftur meiri undan - orða tað, sum meginsamleikin, ið kveikti lív í rørsluna, hevur við sær: at Gud er ein, og at - oman fyri alt tað, ið víkur frá í mentanarligum máliskum og í mannatulking - er trúgvin somuleiðis ein.

Hvønn dag, sum fer, økist vandin fyri, at eldarnir, sum kykna upp úr trúarfordómum, fara at festa í heimsfevnandi stóreld, hvørs avleiðingar vit illa duga at hugsa okkum. Sovorðnum vanda er fólkavald stjórn ikki før fyri at vinna á, fær hon ongan stuðul. Eiheldur skulu vit villa okkum burtur í tí, at áheitanir um felags tolsemi einsamalt hevur nakra vón um at køva fíggindaskap, sum sigur seg hava himmalska góðkenning. Kreppan heitir á trúarleiðslu um at leggja tað farna afturum og taka sær nýggjar partar fyri og gera tað eins avgjørt, sum tey gjørdu tað, ið vístu samfelagnum nýggjar leiðir at ganga, tá ið eins tærandi rasu-, kyns- og tjóðarfordómar skuldu handfarast. Tænir tað mannaættini væl, er rætt at nýta ávirkan í samvitskumálum. Við hetta størsta vegamót í søgu siðmenningarinnar, fær kravið um tílíka vælgerð ikki verið týðiligari. "Góð mannakor, friður og trygd manna millum, fáast ikki," leggur Bahá'u'lláh áherðslu á, "uttan at og fyrr enn mannaættin er væl og virðiliga samanrunnin."

Alheims rættvísishúsið

Fá samband / Contact us

Bahá’í samfelagið í Føroyum / The Bahá’i Community of the Faroe Islands

Heim  | Um Bahá'í  |  Bókmentir  |  Tiltøk  |  Tíðindi   |  English

© Copyright 2024
Bahá’í samfelagið í Føroyum