Halgidagar 2023


"Í Guðs heilagu lógum, í hvørjum aldarskeiði og í hvørjari trúarskipan eru serligar høgtíðir, halgidagar og hvíludagar. Teir dagarnar eigur alt arbeiði og allur handil, ídnaður, landbúnaður o.s.fr. at verða niðurlagt.
Øll eiga at gleðast saman, savnast, vera sum ein samansjóðað samkoma, so at tann tjóðskaparligi einleikin, eindin og samljóðið kunnu verða sjónsk fyri alra eygum.
Eftirsum dagurin er ein vælsignaður dagur, eigur hann ikki at verða vanrøktur ella forðaður í at gera nakað gagn, við at gera hann til ein skemtanardag og einki annað.
Slíkar dagar eiga stovnar at verða stovnaðir, sum kunnu verða fólki til gagns og signingar...
Uttan iva fara vinir Guðs á einum slíkum degi at leggja eftir seg ein farveg av dyggum vælgerðar- og hugsjónarbornum verki, sum átti at fevnt um alt mannkynið og ikki einans komið bahá'íum til gagns."
Abdu'l-Bahá

Níggju dagar eru á hvørjum ári, tá ið bahá'íar hvíla frá øllum arbeiði. Sjey teirra eru gleðiligir veitsludagar. Hinir báðir dagarnir verða hildnir til tess at minnast Bábin og pínslarváttardeyða Hansara, og til at minnast deyða Bahá'u'lláh. Dagarnir eru í hesari raðfylgju:

21. mars. Nýggjársdagur. Hetta er eisini dagurin, tá ið føstutíðin endar.

21. apríl, 29. apríl og 2. mai. Týdningarmesta veitslutíðarskeiðið hjá bahá'íum eru teir tólv dagarnir, ið Bahá'u'lláh dvøldi í urtagarðinum Ridván uttan fyri Bagdad, áðrenn útlegdina í Konstantinopel. Tá var tað, at Hann kunngjørdi kall sítt. Fyrsta, níggjunda og tólvta dagin hvíla bahá'íar frá øllum arbeiði.

24. mai. Yvirlýsingin hjá Bábinum, tá ið Hann kunngjørdi sítt kall fyri sínum fyrsta lærusveini.

29. mai. Tann dagin doyði Bahá'u'lláh í heilaga landinum.

10. juli. Pínslarváttardeyði Bábsins.

16. oktober. Føðingardagurin hjá Bábinum.

17. oktober. Føðingardagurin hjá Bahá'u'lláh.

Tað eru tveir aðrir minningardagar, sum báðir hava við Abdu'l-Bahá at gera. Teir hava týdning fyri bahá'íar, men teir verða ikki roknaðir sum halgidagar, tá ið einki arbeiði verður gjørt. Tann fyrri, 26. november, ber heitið "Sáttmáladagurin". Henda dag halda bahá'íar til minnis um, at Abdu'l-Bahá varð útnevndur til Miðdepilin í Sáttmálanum, sum Bahá'u'lláh gjørdi við sítt trúarlið. Tann seinni, 28. november, er til minnis um dagin, tá ið Abdu'l-Bahá doyði. 

Fá samband / Contact us

Bahá’í samfelagið í Føroyum / The Bahá’i Community of the Faroe Islands

Heim  | Um Bahá'í  |  Bókmentir  |  Tiltøk  |  Tíðindi   |  English

© Copyright 2024
Bahá’í samfelagið í Føroyum