Glaemur

Glæmur

Brot úr skriftum hjá Bahá'u'lláh.

Inngangur og týðing:
Kristin S. Nielsen.

Fylgjandi er brot úr bókini "Glæmur":

"Tú skalt vita, at tá Menniskjusonurin gav upp anda sín til Guð, græt øll skapanin inniliga. Men við at offra seg sjálvan, varð ein nýggj megi veitt øllum skaptum lutum. Tekin hennara, soleiðis, sum hon er váttað í øllum fólkasløgum jarðarinnar, standa nú sjónlig fyri tær. Hin djúpasti vísdómur, ið tey vitugu hava givið frá sær, hin mest djúphugsaði lærdómur, ið nakar hugi er komin við, listin, ið tær kringastu hendur hava virkað, ávirkanin, ið er framd av teimum máttmiklastu valdsharrunum, alt hetta er einki uttan hin lívgevandi megin, ið á henda hátt kemur til sjóndar, megin, ið er leysgivin vegna Hansara gøvgaða, Hansara ljómandi anda, sum gjøgnumseyrar alt.

Vit vitna, at tá ið Hann kom inn í heimin, kastaði Hann dýrdarglæmu sína á allar skaptar lutir. Gjøgnum Hann grøddist hin spitalski fyri spitalskusjúku treiskleikans og fákunnunar. Gjøgnum Hann vórðu tey óreinu og sjálvrádnu lekt. Gjøgnum Hansara megi, ið er fødd av hinum almáttuga Guði, vórðu eygu teirra blindu latin upp, og sál syndarans halgað.

Spitalskusjúka kann verða tulkað sum eitt og hvørt slør, sum kemur ímillum menniskjuna og førleika hennara at kenna Harran, Guð hennara aftur. Hvør tann, sum loyvir sær sjálvum at verða stongdur úti frá Honum, er vissuliga ein spitalskur, sum ongin skal minnast í kongsríki Guðs, tí máttmikla, tí allovaða. Vit bera vitnisburð um, at við megi Guðs varð hvør spitalskur reinsaður, hvør sjúka grødd, og hvør mannaveikleiki rikin burtur. Hann er tann, sum reinsaði heimin. Vælsignaður er tann, sum við einum ljósgeislandi andliti hevur vent sær móti Honum."

- Bahá'u'lláh   

Fá samband / Contact us

Bahá’í samfelagið í Føroyum / The Bahá’i Community of the Faroe Islands

Heim  | Um Bahá'í  |  Bókmentir  |  Tiltøk  |  Tíðindi   |  English

© Copyright 2024
Bahá’í samfelagið í Føroyum