Jørðin er bert eitt land og mannaættin íbúgvar hennara. - Bahá'u'lláh

Bahá'í Bønir

Eitt úrval av bønum opinberaðar av
Bahá’u’lláh, Báb og ‘Abdu’l-Bahá

Gev ljóð, O tænari Mín, fyri versum Guds ið eru móttikin av tær ...

—Bahá’u’lláh


BAHÁ’Í BØNIR

Eitt úrval av bønum opinberaðar av Bahá’u’lláh, Báb og ‘Abdu’l-Bahá


Bahá’íar í Føroyum, juni 2021



 Signaður er tann blettur,
og tað hús, og tað stað,
og tann býur, og tað hjarta,
og tað fjall, og tað friðskjól,
og tann hola, og tann dalur,
og tann jørð, og tað hav,
og tann oyggj, og tann hagi har Gud er vorðin nevndur,
og lovprísan Hansara dýrdargjørd.

Bahá’u’lláh


 Gev ljóð, O tænari Mín, fyri versum Guds ið eru móttikin av tær, eins og givið ljóð av teimum sum eru nær Honum, at søtleikin í songlagi tínum kann tendra í tína egnu sál, og draga at sær hjørtuni hjá øllum menniskjum. Angan av orðunum frá hvørjum tí sum, einsæris á kamari sínum, sigur fram versini ið eru opinberað av Gudi, skulu teir útbreiðandi einglar hins Almáttuga breiða víða út, og skulu fáa hjartað hjá hvørjum rættvísum menniskja at skelva. Hóast hann, í fyrstani, kann standa óvitandi um ávirkan hennara, so fer dygdin í tí náði sum er veitt honum neyðturviliga fyrr ella seinni at gera sína ávirkan á sál hansara galdandi. Soleiðis eru loynidómarnir í Opinbering Guds fyriskrivaðir gjøgnum vilja Hansara ið er Keldan til kraft og vísdóm.

Bahá’u’lláh


 Skyldu bøn
At siga fram eina ferð hvørjar 24 tímar, millum middag og sólsetur.
___________________________________________________

Eg vitni, O Gud mín, at Tú hevur skapað meg til at kenna Teg og tilbiðja Teg. Eg sanni, í hesari løtu, mítt máttloysi og Tína megi, mína fátækt og Títt ríkidømi.
    Eingin annar Gud er uttan Tú, Hjálpin í Neyðini, tann Sjálv- Uppihaldandi.

Bahá’u’lláh


 Royndir og Trupulleikar
___________________________________________________

Er nakar Loysari trupulleika uttan Gud? Sig: Lovaður veri Gud! Hann er Gud! Øll eru tænarar Hansara, og øll gera eftir boðum Hansara!

Báb


Eg bøni Teg við veldi Títt, O mín Gud! Lat ongan skaða falla á meg í tíðum royndar, og í løtum gáloysnis leið míni fet rættvegis
gjøgnum Tín íblástur. Tú ert Gud, mentur ert Tú at gera hvat Tú ynskir. Eingin kann standa ímóti Vilja Tínum ella forða Endamáli Tínum.

Báb


 Eind
___________________________________________________

O mín Gud! O mín Gud! Sameina hjørtuni hjá tænarum Tínum og opinbera fyri teimum Títt mikla endamál. Fylgi teir Tínum
boðum og haldi teir seg til Tína lóg. Hjálp teimum, O Gud, í teirra stremban, og veit teimum styrki at tæna tær. O Gud! Eftirlat teir ikki til sín sjálvs, men leið teirra stig við ljósi kunnleiks Tíns, og upplívga hjørtu teirra við kærleika Tínum. Sanniliga, Tú ert teirra Hjálpari og teirra Harri.

Bahá’u’lláh
 

 Lýdni
___________________________________________________

Eg bøni Teg, O Gud mín, við Títt mest upphevjaða Orð ið Tú hevur fyriskrivað sum tann Guddómliga Heilivágin fyri øll sum
eru í Tínum ríki, Heilivágurin, ígjøgnum hvørs dygd málmur mannalívsins er vorðin umbroyttur til reinasta gull, O Tú í Hvørs hondum liggja bæði tey sjónligu og ósjónligu kongaríkini, um at fyriskriva at mítt val samsvarar Tínum vali og mítt ynski Tínum ynski, at eg kann vera fullkomiliga nøgdur við tað ið Tú ynskti, og vera fullvegis nøktaður við hvat Tú tilætlaði mær gjøgnum Títt gávumildni og Tína vælvild. Mentur ert Tú at gera sum Tú vilt. Tú ert, heilt av sonnum, tann Aldýrdarligi, tann Alvísi.

Bahá’u’lláh


 Andligur vøkstur
___________________________________________________

Skapa í mær eitt reint hjarta, O mín Gud, og endurnýggja eina friðfulla samvitsku inni í mær, O mín Vón! Gjøgnum anda
máttarins staðfest Tú meg í Tínari Søk, O mín Hægst-Elskaði, og við ljósi dýrdar Tínar opinbera fyri mær gøtu Tína, O Tú Mál mínar tráanar! Gjøgnum máttin í Tínari yvirjarðligu megi lyft meg upp til himinin av heilagleika Tínum, O Kelda veru mínar, og við fleyrunum av Tínum ævinleika gleð meg, O Tú sum ert mín Gud! Lat Tíni ævinligu songløg anda frið yvir meg, O mín Felagi, og lat ríkdómarnar í Tínari fornu ásjón fría meg frá øllum uttan Tær, O Meistari mín, og lat tíðindini um opinberingina av Tínum óspilliliga Kjarna bera mær frøi, O Tú sum ert tann mest sjónligi av teimum sjónligu og tann mest loyndi av teimum loyndu!

Bahá’u’lláh


Eg bøni Teg, O Gud mín, við alla yvirjarðligu dýrd Navns Tíns, um at klæða Tíni elskaðu í búna rættvísinnar og at upplýsa verur teirra við ljósi álitisbaris. Tú ert Tann ið hevur vald til at gera sum Honum líkar og Sum í Sínum taki heldur teymum alra luta, sjónliga og ósjónliga.

Bahá’u’lláh

 
 Grøðing
___________________________________________________

Navn Títt er mín grøðing, O mín Gud, og at minnast til Tín er mín heilivágur. At vera nær hjá Tær er mín vón, og kærleiki fyri
Tær er mín felagi. Miskunn Tín ímóti mær er mín grøðing og mín hjálp í hesum heimi og hinum komandi heimi. Tú, sanniliga, ert tann Algávumildi, tann Alvitandi, tann Alvísi.

Bahá’u’lláh


 Hjálp og stuðul
___________________________________________________

O Tú Hvørs andlit er mið mínar dýrmetingar, Hvørs fagurleiki er mítt halgistað, Hvørs bústaður er mítt mál, Hvørs lovprísan er
mín vón, Hvørs forsjón er mín felagi, Hvørs kærleiki er orsøk tilveru mínar, Hvørs nevning er mín troyst, Hvørs nærvera er mín tráan, Hvørs hjávera er mítt hægsta ynski og størsta stremban, eg bøni Teg um ikki at afturhalda frá mær teir lutir Tú ásetti fyri hini útvaldu millum tænarar Tínar. Búgv meg út, so, við tí góða av hesum heimi og av hinum næsta. Tú, sanniliga, ert Kongur yvir øllum monnum. Eingin Gud er uttan Tú, tann Ævinliga-Fyrigevandi, tann Mest Stórtøkni.
—Bahá’u’lláh
O Harri mín! Ger fagurleika Tín til føði mína, og nærveru Tína drykk mín, og fragd Tína vón mína, og lovprísan Tína gerning
mín, og minning um Teg felaga mín, og mátt ræðis Tíns hjálp mína, og bústað Tín heim mítt, og býlisstað mítt tað sætið Tú hevur halgað frá avmarkingunum lagdar á tey ið eru útihýst sum av einum sløri frá Tær. Tú ert, sanniliga, tann Alvaldandi, tann Aldýrdarligi, tann Mest Máttugi.

Bahá’u’lláh


 Tænasta
___________________________________________________

Dýrd veri Tær, Sum hevur fingið øll tey Heiløgu at játta sítt hjálparloysi framman fyri teimum margfaldu opinberingunum
av mátti Tínum og hvønn Profet at viðurkenna Sín einkisleika við glampan av Tínari viðvarandi dýrd. Eg bøni Teg, við navn Títt sum hevur læst upp portur Himmalsins og fylt við sælu Herskaran í tí høga, um at gera meg føran fyri at tæna Tær, á hesum Degi, og at styrkja meg til hava fyri eyga tað ið Tú fyriskrivaði í Bók Tínari. Tú veitst, O Harri mín, hvat er í mær; men eg veit ikki hvat er í Tær. Tú ert tann Alvitandi, tann Alt- Upplýsti.

Bahá’u’lláh


 Kunning
___________________________________________________

O Gud, mín Gud! Hjálp Tú Tínum tiltrúnu tænarum at hava kærleiksfull og eym hjørtu. Hjálp teimum at spreiða út, millum
allar tjóðir jarðarinnar, ljósið av leiðbeining sum kemur frá Herskaranum í tí høga. Sanniliga, Tú ert tann Sterki, tann Máttmikli, tann Veldigi, tann Alt-Yvirvinnandi, tann Altíð- Gevandi. Sanniliga, Tú ert tann Stórsinnaði, tann Blíði, tann Eymi, tann Mest Gávumildi.

—‘Abdu’l-Bahá


 Fundir
___________________________________________________

O mín Gud! O mín Gud! Sanniliga, hesir tænarar venda sær til Tín, við inniligari bøn til Títt kongaríki miskunnar. Sanniliga,
teir eru atdrignir av Tínum heilagleika og gjørdir gløðandi við eldi kærleiks Tíns, søkjandi eftir staðfesting frá Tínum undurfulla kongaríki og í vón um at náa inn í Títt himmalska ríki. Sanniliga, teimum leingist eftir at Tín gáva stígur niður, og tráa eftir upplýsing frá Sól Veruleikans. O Harri! Ger teir til geislandi lampur, miskunnsom tekin, fruktagóð trø og skínandi stjørnur. Stígi teir fram í Tínari tænastu, og veri teir knýttir at Tær við snørum og bondum kærleiks Tíns, í longsli eftir ljósi vælvildar Tínar. O Harri! Ger teir til leiðbeiningar tekin, standlar fyri Títt ódeyðiliga Kongaríki, bylgjur á havi miskunnar Tínar, spegl av ljósi hátignar Tínar. Sanniliga, Tú ert tann Gávumildi! Sanniliga, Tú ert tann Miskunnsami! Sanniliga, Tú ert tann Dýrabari, tann Elskaði.

‘Abdu’l-Bahá


 Fyri teimum deyðu
___________________________________________________

O Gud mín! O Tú syndanna fyrigevari, veitari av gávum! Burturbeinari av tvørleikum!
    Sanniliga bøni eg Teg um at fyrigeva syndir teirra ið hava latið frá sær tann alisliga klædningin og eru stigin upp í tann andliga heimin.
    O Harri mín! Reinsa tey frá misbrotum, burturbein sorgir teirra og umbroyt myrkur teirra til ljós. Fá tey at stíga inn í urtagarð eydnunnar, reinska tey við hinum reinasta vatni, og gev at tey kunnu skoða glitur Tíni á hinum hægsta tindi.

‘Abdu’l-Bahá


 Vernd
___________________________________________________
O Gud, mín Gud! Eg vitni um eind Tína og um einleika Tín. Eg bøni Teg, O Tú Ognari navna og Evnari himnanna, við
yvirjarðligu ávirkan Tíns upphevjaða Orðs og megi Tíns hægsta Pens, um at stuðla mær við teknum máttar Tínar og veldis Tíns, og at verja meg móti ónáðum fígginda Tína hava brotið Sáttmála Tín og Arvabræv Títt. Tú ert, sanniliga, tann Alvaldandi, tann Mest Máttugi.
—Bahá’u’lláh


 Lovprísan og takksemi
___________________________________________________

Øll lovprísan, O mín Gud, veri Tær sum er Kelda allar dýrdar og hátignar, stórleiks og æru, ræðis og harradømis,
hábæris og náðar, ærufryktar og máttar. Hvønn enn ið Tú vilt fært Tú at verða drignan nær til hitt Mest Mikla Hav, og hvørjum enn ið Tær líkar gevur Tú ta æru at viðurkenna Títt Mest Forna Navn. Av øllum sum eru í himli og á jørð, kann eingin standa ímóti virki Tíns ráðandi Vilja. Frá øllum ævinleikum stýrdi Tú yvir allari skapanini, og Tú fer at halda fram um allar tíðir at útinna Títt harradømi yvir øllum skapaðum lutum. Eingin annar Gud er uttan Tú, tann Alvaldandi, tann Mest Upphevjaði, tann Almáttugi, tann Alvísi.
    Upplýs, O Harri, andlit tænara Tína, at teir kunnu skoða Teg; og reinska hjørtu teirra, at teir kunnu venda sær til garðin av Tínum himmalsku vælvildum og viðurkenna Hann Sum er Birting Sjálvs Tíns og Vársól Kjarna Tíns. Sanniliga, tú ert Harrin yvir øllum heimum. Eingin Gud er uttan Tú, tann Óavmarkaði, tann Alt-Stjórnandi.

Bahá’u’lláh


 Fyri ungdóm
___________________________________________________

O Harri! Ger hendan ungdóm strálandi, og veit hesum neyðars skapningi Títt gávumildni. Gev honum vitan, veit hon økta
styrki á hvørjum morgni og verj hann í skjólinum av Tínari vernd, so hann kann verða fríaður frá villu, kann víga seg tænastuna í Tínari Søk, kann leiðbeina tey óstøðugu, leiða tey ólukkuligu, fría fangarnar og vekja tey gáloysnu, at øll kunnu verða signað við minningini á Teg og við Tínari Lovprísan. Tú ert tann Veldigi og tann Máttmikli.

‘Abdu’l-Bahá


 Fyri børn
___________________________________________________

O Gud, leið meg, verj meg, upplýs hjartalampu mína og ger meg til eina stálandi stjørnu. Tú ert tann Veldigi og tann Máttugi.

‘Abdu’l-Bahá


O Harri mín! O Harri mín! Eg eri eitt barn av eymum árum. Gev mær føðslu úr brósti minskunnar Tínar, lær meg í føvningi
kærleiks Tíns, útbúgv meg í skúla vegleiðingar Tínar og menn meg undir skugganum av Tínum gávumildni. Bjarga mær úr myrkrinum, ger meg til eitt glampandi ljós; fría meg frá óeydnusemi, ger meg til eina blómu í rósugarðinum; lat meg sleppa at gerast til ein tænara av gátt Tínari og signa meg við sinnalag og lyndi teirra rættvísu; lat meg gerast orsøk til gávumildni fyri tann menniskjaliga heimin og krýn høvur mítt við høvuðprýði ævigs lívs!
    Sanniliga, Tú ert tann Máttmikli, tann Veldigi, tann Síggjandi, tann Hoyrandi.

‘Abdu’l-Bahá


O Gud! Gev hesum børnum lærdóm. Hesi børn eru plantur aldingarðs Tíns, blómur ong Tínar, rósur urtagarðs Tíns. Lat
regn Títt falla á tey; lat Sól Veruleikans skína á tey við kærleika Tínum. Lat lot Títt stimbra tey til tess at tey mega fáa upplæring, vaksa og mennast, og koma til sjóndar í størsta vakurleika. Tú ert Gevarin. Tú ert tann Samkennandi.

‘Abdu’l-Bahá


 O Gud! Al upp hetta lítla pinkubarn í føvningi kærleiks Tíns, og gev tí mjólk úr brósti Forsjónar Tínar. Røkta hesa ungu plantu í
rósugarði kærleiks Tíns og hjálp henni at vaksa gjøgnum ælini av Tínum gávumildni. Ger hana til eitt barn kongaríkisins, og leið hana til Títt himmalska ríki. Tú ert máttmikil og blíður, og Tú ert Gevarin, tann Stórtøkni, Harrin av yvirmáta gávumildni.

‘Abdu’l-Bahá


Eg eri vaknaður í skjóli Tínum, O mín Gud, og tað sømir seg honum ið leitar sær hetta skjól at støðast inni í Halgistaði verndar Tínar og Skansa verju Tínar.

Bahá’u’lláh


Ger stig okkara føst, O Harri, á gøtu Tíni og styrk Tú hjørtu okkara í lýdni móti Tær.

—‘Abdu’l-Bahá



 BØNIR TIL SERLIG HØVI

Brúdleyp
___________________________________________________

“Vit fara, øll, vissuliga, at gera eftir Vilja Guds.”

“Bahá’í brúdleypið er vígsla hjá pørtunum báðum hvør til annan og felags binding teirra í sinni og hjarta. Kortini má hvør teirra sýna størsta nærlagni og til fulnar ynskja at gerast kunnugur við lyndið í hinum, soleiðis at bindandi sáttmálin teirra millum gerst eitt band ið varir um ævir. Endamálið hjá teimum má vera hetta: at gerast kærir felagar og vinir, og at gerast eitt um allar ævir.”

“Sanna hjúnalagið hjá bahá’íum er hetta, at maður og kona áttu at verið sameind bæði kropsliga og andliga, at tey altíð mentu andliga lívið hvør hjá øðrum og nutu ævinliga eind gjøgnum allar heimir Guds. Hetta er Bahá’í hjúnalagið.”

‘Abdu’l-Bahá


Dýrd veri Tær, O Gud mín! Sanniliga, hesin tænari Tín og hendan tænastukvinna Tín eru komin saman undir skugga
miskunnar Tínar og tey eru sameind gjøgnum Tína vælvild og Títt gávumildni. O Harri! Stuðla teimum í hesum heimi Tínum og kongaríki Tínum og tilætla teimum alt gott gjøgnum Títt gávusemi og Tína náði. O Harri! Staðfest tey í Tínum trældómi og stuðla teimum í Tínari tænastu. Lat tey gerast tekin Navns Tíns í heimi Tínum og verj tey gjøgnum gávur Tínar sum eru ótømandi í hesum heimi og hinum komandi heimi. O Harri! Tey
bøna kongaríki miskunsemis Tíns og ákalla ríki einleiks Tíns. Fá tey at gerast tekin um samljóð og eind inntil enda tíðarinnar. Sanniliga, Tú ert tann Almáttugi, tanni Alhjáverandi og tann Alvaldandi.


‘Abdu’l-Bahá


 Talva Ahmads
___________________________________________________

Hann er Kongurin, hin Alvitandi, hin Vísi.
    Hoyr, Náttargali Paradísins syngur uppi á kvistinum á TræiÆvinleikans, við heiløgum og søtum løgum, yvirlýsandi fyri teimum reinmeintu tey fróu tíðindini um nærveru Guds, kallandi tey ið trúgva á ta Guddómiligu Eindina til skálan av Hjáveru hins Gávumilda, upplýsandi tey fráskildu um boðskapin sum er opinberaður av Gudi, Konginum, hinum Dýrdarliga, hinum Makaleysa, vegleiðandi tey elskandi til sæti heilagleikans og til hendan skæra Fagurleikan.
    Sanniliga er hetta hin Mest Mikli Fagurleikin, spáddur um í Bókum Boðberanna, ígjøgnum Hvønn sannleiki skal verða skildur frá villu og vísdómurin í hvørjum boði skal verða royndur. Sanniliga er Hann Træ Lívsins ið elur fram fruktir Guds, hins Upphevjaða, hins Máttuga, hins Mikla.
    O Ahmad! Ber tú vitnisburð um at Hann sanniliga er Gud, og eingin Gud er uttan Hann, Kongurin, Verjin, hin Ósamanberiligi, hin Almáttugi. Og at Tann Eini ið Hann hevur sent, ‘Alí á navni, var tann Sanni frá Gudi, Hvørs boðum vit øll laga okkum eftir.
    Sig: O fólk verið lýðin móti fyriskipanum Guds, sum eru vorðnar álagdar í Bayánini av hinum Dýrdarliga, hinum Vísa. Hann er sanniliga Kongur Boðberanna og bók Hansara er Uppruna Bókin, høvdu tit bert vitað.
    Soleiðis ber Náttargalin upp á mál Sítt kall til tín úr hesum fangahúsi. Hann skal bert veita henda greiða boðskap. Hvør enn ið ynskir tað, lat hann venda sær frá hesum ráðum og hvør enn ið ynskir tað lat hann velja vegin til Harra sín.
    O fólk, um tit avnokta hesi vers, við hvørjum prógvi hava tit tá trúð á Gud? Leggið tað fram, O samkoma av følskum.
    Nei, við Tann í Hvørs hond mín sál er, tey eru ikki, og fara aldri at vera før fyri tí, sjálvt um tey høvdu lagt saman til tess at hjálpt hvørjum øðrum.
    O Ahmad! Gloym ikki Mínar náðigávur meðan Eg eri burturi. Minst í tínum døgum til Mínar dagar, og Mína sorg og útlegd í hesum fjarskotna fangahúsi. Og ver tú so stinnur í kærleika Mínum at hjarta títt ikki skal sløðra, enntá hóast høggini frá svørðum fíggindanna regna niður yvir teg og allir himlarnir og jørðin reisast ímóti tær.
    Ver tú sum elds logi móti Mínum fíggindum og sum á av ævigum lívi fyri Míni elskaðu, og ver ikki ein teirra ið ivast.
    Og um tú verður fyri líðingum á Mínum vegi, ella eyðmýking fyri Mína skuld, so lat teg ei nerva av tí.
    Lít á Gud, tín Gud og Harra fedra tína. Tí fólkið reikar eftir gøtum villingarsjónar, uttan skynsemi til at síggja Gud við sínum egnu eygum, ella hoyra Hansara Songlag við sínum egnu oyrum. Soleiðis hava Vit funnið tey, sum tú eisini ert vitni til.
    Soleiðis er teirra pátrúgv vorðin til slør millum tey og teirra egnu hjørtu og hevur hildið tey frá gøtu Guds, hins Upphevjaða, hins Mikla.
    Ver tú í sjálvum tær vísur í at sanniliga, hann ið vendir sær burtur frá hesum Fagurleika hevur somuleiðis vent sær frá fortíðarinnar Boðberum og vísir stoltleika ímóti Gudi frá øllum ævum til allar ævir.
    Lær hesa Talvu væl, O Ahmad. Tjanta hana í tínum døgum og halt teg ikki frá tí. Tí sanniliga, Gud hevur fyriskipað fyri tann ið tjantar hana, samsýning hundrað pínslavátta og eina tænastu í báðum heimum. Hesar vælvildir hava Vit givið tær sum gávu frá Okkum av og miskunn frá hjárveru Okkara, at tú kanst vera ein teirra ið eru takksom.
    Við Gud! Skuldi ein ið er raktur av líðing ella sorg lisið hesa Talvu við avgjørdum reinlyndi, so fer Gud at burturbeina hansara syrgni, loysa hansara trupulleikar og fáa hansara líðingar at hvørva.
    Sanniliga, Hann er hin Miskunnsami, hin Samkennandi. Lovaður veri Gud, Harrin yvir øllum heimunum.

Bahá’u’lláh


Naw-Rúz
Naw-Rúz er tann fyrsti dagurin á Baha'i árinum.
___________________________________________________

Prísaður veri Tú, O mín Gud, at Tú hevur fyriskipað Naw-Rúz sum eina høgtíð fyri tey ið hava hildið føstuna av kærleika fyri
Tær og afturhildið seg frá øllum tí sum er Tær andstygd. Gev, O mín Harri, at eldur kærleiks Tíns og hitin framleiddur av føstuni áløgd av Tær kann seta tey í loga í Søk Tínari, og fáa tey at gerast upptikin av Tínari lovprísan og av minning um Teg.
    Síðani Tú hevur skrýtt tey, O mín Harri, við skrúði føstunnar fyriskrivað av Tær, prýð Tú tey eisini við prýði góðtøku Tínar, gjøgnum Tína náði og gávumildu vælvild. Tí gerðir manna eru heftar av Tínari góðfragd, og eru treytaðar av Tínum boði. Skuldi Tú áskoðað tann ið hevur brotið føstuna sum ein ið hevur hildið hana, ein slíkur maður hevði verðið roknaður millum teirra ið frá ævinleika altíð høvdu hildið føstuna. Og skuldi Tú ásett at hann ið hevur hildið føstuna hevur brotið hana, tann persónur hevði verðið taldur millum slík ið hava fingið Klædning Tínar Opinberingar at dálkast við dusti, og hevði verið fjart fluttur frá hinum kristallkendu vøtnum av hesari livandi Keldu.
    Tú ert Hann gjøgnum Hvønn bannarin “Verdigur at prísa ert Tú í verkum Tínum” er breiddur út, og merkið “Aktaður ert Tú í Tínum boði” er vundið upp. Ger kent hetta stig Títt, O mín Gud, fyri tænarum Tínum, at teir kunnu verða gjørdir varugir við at hátign alla luta er heft av boðum Tínum og orði Tínum, og dygd alla gerninga er treytað av loyvi Tínum og teirri góðu fragd vilja Tíns, og kunnu viðurkenna at teymar mannagerninga eru hildnir í taki góðtøku Tínar og boðorðs Tíns. Ger hetta kent fyri teimum, at einki yvirhøvur kann steingja teir úti frá Tínum Fagurleika, í hesum døgum har Kristus mælir: “Alt harradømi er Títt, O Tú Framalari Andans (Jesusar)”; og Vinur Tín (Mohammed) rópar út: “Dýrd veri Tær, O Tú tann Hægst- Elskaði, fyri at Tú hevur avdúkað tín Fagurleika, og skrivað niður fyri Tínum útvaldu hvat skal fáa tey at náa fram til sætið av opinbering Tíns Mest Mikla Navns, gjøgnum hvørt øll fólk hava venað seg uttan slík ið hava loyst síni bond frá øllum øðrum uttan Tær, og miðað seg móti Honum Sum er Opinberarin av Tær og Sjónliggerðin av øllum Tínum eginleikum.”
    Hann Sum er Grein Tín og alt Títt fylgi, O mín Harri, hava hendan dag brotið føstu sína, aftaná at hava hildið hana innan fyri umráði garðs Tíns, og í sínum ivri at gleða Teg. Fyriskipa Tú fyri Honum, og fyri teimum, og fyri øllum slíkum ið eru komin inn í nærveru Tína á hesum døgum alt tað góða Tú tilætlaði í Bók Tínari. Veit teimum, so, tað ið verður teimum at gagni, í bæði hesum lívi og í lívinum hinumegin.
    Tú ert, av sonnum, tann Alvitandi, tann Alvísi.

Bahá’u’lláh

Fá samband / Contact us

Bahá’í samfelagið í Føroyum /
The Bahá’i Community of the Faroe Islands

SHARE THIS PAGE!