Mobirise

Jørðin er bert eitt land og mannaættin íbúgvar hennara. - Bahá'u'lláh

Bahá'í Bønir

- eitt lítið úrval

Búi Tyril týddi



Fylgjandi er brot úr bókini:

Trupulleikar


Er nakar Loysari trupulleika uttan Gud? Sig: Lovaður veri Gud! Hann er Gud!  Øll eru tænarar Hansara, og øll eiga í lut boð Hansara! 

- Báb           


Eind


O Gud mín! O Gud mín! Sameina hjørtuni hjá tænarum Tínum og opinbera fyri teimum Títt mikla endamál. Fylgi teir Tínum boðum og haldi teir seg til Tína lóg. Hjálp teimum, O Gud, í teirra strem- ban, og veit teimum styrki at tæna tær. O Gud! Eftirlat teir ikki til sín sjálvs, men leið teirra fóta fet við ljósi kunnleiks Tíns og upplívga hjørtu teirra við kærleika Tínum. Sanniliga, Tú ert teirra Hjálpari og teirra Harri. 

- Bahá'u'lláh           


Lýdni 


Eg bøni Teg, O Gud mín, við Títt mest upphevjaða Orð, ið Tú hevur fyriskrivað sum tann Guddómliga Heilivágin fyri øll, sum eru í Tínum ríki, Heilivágurin, ígjøgnum hvørs dygd málmur mannalívsins er vorðin umbroyttur til reinasta gull, O Tú í Hvørs hondum liggja bæði tey sjónligu og ósjónligu kongaríkini, um at fyriskriva, at mítt val samsvarar Tínum vali og mítt ynski Tínum ynski, at eg kann vera fullkomiliga nøgdur við tað, ið Tú ynskti, og vera fullvegis nøktaður við, hvat Tú tilætlaði mær gjøgnum Títt gávumildni og Tína vælvild. 

- Bahá'u'lláh  


Grøðing


Navn Títt er mín grøðing, O mín Gud, og at minnast til Tín er mín lekidómur. At vera nær hjá Tær er mín vón, og kærleiki fyri Tær er mìn felagi. Miskunn Tín í móti mær er mín grøðingog mín hjálp í bæði hesum heimi og hinum komandi heim. Tú ert, sanniliga, tann Algávumildi, tann Alvitandi, tann Alvísi.

- Bahá'u'lláh

Fá samband / Contact us

Bahá’í samfelagið í Føroyum /
The Bahá’i Community of the Faroe Islands

SHARE THIS PAGE!