Bahá'u'lláh

Ein yvirlýsing fyrireikað av Almennu kunningurmiðstøðini hjá Altjóðaliga Bahá'í Samfelagnum, New York.

Hans Thomsen týddi.

Fylgjandi er brot úr bókini "Bahá'u'lláh":

Sum tey nýggju áratúsundini nærkast gerst tað mannaættini umráðandi at finna eina sameinandi hugmynd av, hvussu menniskjað og samfelagið eru vorðin. Hesa seinastu øldina hevur aftursvar mannaættarinnar upp á hesa tilstudling trýst eina røð av hugmyndafrøðiligum kollveltingum oman yvir hana, sum hava skakað okkara verð og nú tykjast at hava pøst seg sjálvar.
Tann eldhugi, sum hetta stríð hevur verið ført við, váttar, hóast úrslitini hava elvt til mótloysi, til fulnar henda tørv. Tí uttan eina felags sannføring um gongdina í mannasøguni og leið hennara, er tað óhugsandi, at til ber at laða eitt støði undir eitt heimssamfelag, sum fjøldin av mannaættini fæst at líta seg upp í hendurnar á.

Ein tílík opinbering kemur til sjóndar í skriftunum hjá Bahá'u'lláh, hesum profetiska persóni 19. aldar, hvørs vaksandi árin er tað merkisverdasta, sum hent er í nútíðar trúarsøgu. Føddur 12. nov. í 1817 í Persia fór Bahá'u'lláh (1) 27 ára gamal undir eitt tiltak, sum so líðandi hevur hugtikið fólk í milliónatali av at kalla øllum fólkasløgum, siðmenningum, tættum og tjóðum í verðini og sum tey hava verið trúgv ímóti. Hetta er eitt av teimum fyribrigdum, sum ikki kann samanberast við nakað annað í samtíðini, men heldur stendst av umskifti í gongdini í tí felags fortið hjá mannaættini. Tí Bahá'u'lláh helt fram, at hann var einki minni enn Guds sendiboð fyri búnaskapi mannaættarinnar, boðarin av einari guddómligari opinbering, ið skuldi fáa tey lyfti, sum givin vóru av eldri trúgvum, at ganga út og sum fer at hava við sær ta andaligu megi og fyritreyt, sum krevst fyri at fáa heimsins fólkasløg at renna saman.

Fyrr enn ikki áttu tað árin, sum lívið hjá Bahá'u'lláh og skriftir hansara longu hava havt, vakt álvarsaman áhuga hjá øllum, sum trúgva, at mannanáttúran í roynd og veru er andalig, og at tann skipanin av gongustjørnu okkara, sum koma skal, má vera fylt av hesum veruleikans sjónarmiði. Próvførslan stendur opin fyri almennari kanning. Fyri fyrstu ferð í søguni hevur mannaættin eina frásøgn tøka, sum kann eftirkannast út í æsir, um framkomuna av einari óheftari trúarskipan og lívssøgu hansara, ið stovnaði hana. Líka so atkomulig er frágreiðingin um ta undirtøku, hesi nýggju trúnni hevur verið fyri, við framkomuni av einum heimsumfatandi felagsskapi, sum longu av røttum kann siga seg at umboða ein ikki so lítlan part av mannaættini.(2)

Tey fyrstu áratíggjuni av hesar øldini fór henda gongdin fram heldur óansað. Skriftirnar hjá Bahá'u'lláh loyva ikki henda ágangandi háttin at vinna sær viðhaldsfólk, sum borið hevur mangan trúarboðskapin so víða. Harafturat tarnaði tann forrættur, sum Bahá'í-rørslan veitti stovnanini av staðbundnum bólkum um allan heim at stórar samansavningar av viðhaldsfólki tóku seg upp í nøkrum landi ella at tann peningur varð samansavnaður, ið kravdist fyri at gera eitt stórfingið upplýsandi arbeiði millum almenningin. Arnold Toynbee, ið var hugtikin av hesum fyribrigdi, ið kanska fór at hava við sær, at ein nýggj alheimstrúgv fór at kykna upp, helt í 1950-árunum fyri, at Bahá'í trúgvin tá mundi vera einum miðalmentaðum vesturheimsbúgva eins kunnug og kristindómurin hevði verið tí samsvarandi stættini í rómsverska heimsveldinum í 2. øld eftir Krist.(3)

Meðan talið á Bahá'í-felagsskapum hevur fjølgast skjótt í mongum londum hesi seinastu árini, er støðan munandi broytt. Nú er neyvan nakað øki eftir í heiminum, har fyrimynd Bahá'u'lláhs fyri lívinum ikki hevur fest røtur. Tann virðing, sum sosialu og fíggjarligu ætlanirnar hjá felagsskapinum eru farnar at vinna sær millum stjórnir, akademikarar og innan Sameindu Tjóðirnar, prógvar uppaftur dyggari, at grund er fyri einari óheftari og álvarsamari kanning av tí tilstudling, sum býr undir einari samfelagsligari umskapan, sum í avgerandi lutum er eitt stakfyribrigdi í okkara heimi.

Eingin óvissa er um, hvussu tann tilstudling, ið hevur elvt hetta av sær, er vorðin. Skriftini hjá Bahá'u'lláh fevna um eina ómetiliga evnarøð av sosialum spurningum, eitt nú hvussu ymisk fólkasløg laga seg hvørt eftir øðrum, javnstøðu millum kynini og avvápning, til slíkar spurningar, sum bera í sær, at insta sálarlív mannaættarinnar verður ávirkað. Upprunatekstirnir - mangir teirra skrivaðir við æhansara egnu hond, aðrir sum fyrisøgn og váttaðir av høvundanum - eru væl og virðiliga varðveittir. Eftir mongum áratíggjum hevur ein miðvís umsetingar- og útgávuætlan gjørt høvuðstilfarið í hesum skriftum atkomuligt hjá fólki allastaðni, á meira enn átta hundrað tungumálum.


Útgáva © 1992: Bókmenta Nevnd Bahá'ía í Føroyum

Fá samband / Contact us

Bahá’í samfelagið í Føroyum / The Bahá’i Community of the Faroe Islands

Heim  | Um Bahá'í  |  Bókmentir  |  Tiltøk  |  Tíðindi   |  English

© Copyright 2024
Bahá’í samfelagið í Føroyum